ÍF Føroyar hava skrivað undir tvey ára stuðulsavtalu við BankNordik, sum millum annað hevur við sær, at 1. manslið fer at leika við búmerki bankans á bringuni.
BankNordik og ÍF Føroyar hava í mong ár havt gott samstarv og eftir at tað gjørdist greitt, at samstarvið við Elektron – ið somuleiðis hevur verið felagnum trúgvur stuðul – ikki helt fram, er tað við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at nýggjur høvuðsstuðul er føroyski bankin her á Amager.
Emil Nolsøe Leifsson, formaður í ÍF Føroyum, fegnast sjálvsagt um avtaluna: "Henda avtalan hevur stóran týdning fyri okkum sum felag, og við hesi tvey ára avtaluni við BankNordik hava vit fingið tryggleika og skapt grundarlag fyri komandi árunum."
Við fimm deildum í Føroyum, sekstan í Danmark og einari í Grønlandi er BankNordik eftir fáum árum vaksin til veruliga at vera ein norðurlendskur banki. Umframt bankavirksemi hevur bankin dótturfeløgini Trygd, Skyn og íslendska Vørð sum part av samtakinum.