ÍF Føroyar útsligið í Compaq Cup

Fótbóltur: Føroyska útisetaliðið í Danmark kom ikki víðari í steypakappingini Compaq Cup

Hóast vóninar vóru stórar undan dystinum móti Danmarksseriuliðnum Kastrup í 5. umfari av donsku steypakappingini Compaq Cup, so megnaði 1. lið hjá ÍF Føroyum tó ikki at koma víðari í kappingini. Kastrup vann dystin 3-0 eftir at hava verið á odda 1-0 í hálvleikinum.

Føroyska liðið stóð seg annars væl meginpartin av dystinum, ið varð nógv merktur av óvanliga nógvum vindi, sum nokk meira er kendur á Krossinum í Sumba. M.a. við støðuni 1-0 hevði Magni á Lakjuni eitt dundurskot á tvørstongina, men tá Kastrup beint eftir skoraði til 2-0, tyktust leikararnir hjá ÍF Føroyum at fella í fátt. Og tá so Kastrup kom uppá 3-0 var ósigurin veruleiki, men vóru menn tó nøgdur við yvirhøvur at vera komnir so langt í kappingini.

ÍF Føroyar hevur eisini leikt sínar síðstu dystir í Seriu 2 áðrenn summarsteðgin, og liggur liðið á einum fyribils 4. plássi, tá kappingin byrjar aftur seinast í august.


Úrslit frá Seriu 2, Kreds 4:

13. juni

CSC-ÍF Føroyar 2-1

15. juni

ÍF Føroyar-BK Fix 5-0

21. juni

Hakoah-ÍF Føroyar 3-2