ÍF hevur yvir eina hálva millión í yvirskoti

Betri deildin menn: ÍF kunngjørdi á aðalfundinum í gjár, at felagið hevur 550.000,- í yvirskoti

ÍF hevði í gjár aðalfund. Her bleiv rokniskapurin fyri 2022 lagdur fram. Hann vísti eitt yvirskot á 550.000,- krónur.

 

- Sigast má at hetta er eitt sera gott úrslit, tá havast má í hugað, at felagið hevur havt eitt ár í 1. Deild, har ið stuðulin frá FSF er lægri, og tað annars ikki er líkað lætt at skaffa stuðlar. So sigast kann ikki annað enn, at tað eru sera jaligir vindar, ið blása í Fløtugerði í løtuni, skrivar felagið.

 

Felagið hevði nevndarval í heyst. Hetta so at nevndin fær best møguleikar at arbeiða til komandi kappingarár. Nakað ÍF eisini heldur, at onnur feløg skuldi gjørt.

 

- Hesin leistur er ein, ið fleiri av hinum fótbóltsfeløgunum áttu at tikið við læru av. So vóru øll feløgini millum annað nógv betri klædd til ein aðalfund hjá FSF, skrivar felagið.

 

Felagið sigur eisini, at fitt av fólki møtti til fundin, at lagið var gott og at formaðurin í felagnum, Georges Rouah, formaðurin í ungdómsnevndini, Jonn S. Thomsen, og bókhaldarin, Magnus Jørmundsson høvdu framløgu.