ÍF meiri enn hálvkiksaði í Gundadali

1. DEILD: Eftir trivaligan sigur í Vági eydnaðist tað ikki ÍF at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti HB, sum er í vanda fyri at flyta niður

Dánjal á Lakjuni legði ÍF á odda 1-0

Fyri einari viku síðani høvdu fuglfirðingar alla orsøk at fegnast um 4-1 sigur á útivølli ímóti toppliðnum FC Suðuroy. Trivaligi sigurin á Vágseiði kundi bent á, at ÍF av álvara er við at fóta sær eftir ikki so sannførandi fyrsta triðing.

 

Í dag var ÍF av álvara fyri vónboti. Fuglfirðingar vóru í Gundadali, har tað endaði 1-1 ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum kappast fyri at sleppa undan at vera undir niðurflytingarstrikuni. Nú hevur ÍF 14 stig fyri 11 dystir, og HB hevur 9 stig fyri 10 dystir.

 

Dánjal á Lakjuni legði ÍF á odda í 8. minutti. Uppleggið átti Mikkel Elbæk Jakobsen. HB javnaði til 1-1 í 69. minutti. Málskjútti var Jógvan í Skála, sum plagar at vera á listanum hjá besta HB liðnum. Hetta var aðru ferði í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini. Saman við honum var Jógvan í Lon einasti HB spælarin, sum eisini plagar at vera á listanum hjá besta liðnum.

 

Hjá ÍF var Hannis Matras fyri fjórðu ferð málverji hjá besta ÍF liðnum, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr KÍ og til ÍF. Í hinum dystunum hevur Jákup Jónsson Olsen verið málverji.

 

Um eina viku fær ÍF vitjan av B71, og HB fer annan sunnudag at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

 

 

Dánjal á Lakjuni legði ÍF á odda 1-0