ÍF nærkast botninum

Uros og Van Der Heyden skoraðu, tá ið 07 Vestur vann í Fuglafirði

Við 2-1 sigri í Fuglafirði í dag tók 07 Vestur seg væl nærri fjórða plássinum. 07 Vestur hevur eftir annan sigurin á ÍF í ár 16 stig, meðan Víkingur á fjórða plássi hevur 21 stig.

 

Tá ið 07 Vestur í fyrsta umfari og á heimavølli vann 1-0 ímóti ÍF, var tað gamli kenningurin í Fuglafirði Uros Stojanov, sum skoraði málið.

 

Í dag var tað aftur Uros Stojanov, sum legði 07 Vestur framum 1-0. ÍF verjuspælið sá ikki sannførandi út, tá ið Rasmus Knudsen legði innfyri við horna úr høgru, og Uros mitt fyri málinum og lítlari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið.

 

Munurin á liðunum var ikki so ógvuliga stórur, men 07 Vestur hevði betri tak á grundspælinum. Janus Svabo Samuelsen, Magnus Holm Jacobsen, Høgni Egilstoft Nielsen og Jóannis á Steig stýrdu spælinum, og Jesper Van Der Heyden var vandamikil í borðinum. Og so var Uros Stojanov støðug hóttan.

 

Fýra minuttir eftir steðgin økti Jasper Van Der Heyden um munin til 2-0, og so gekk tað fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá 07 Vestur.

 

Tá ið ein lítil tími var farin, varð Dánjal á Lakjuni skiftur inn, og í síðsta minutti minkaði hann um munin til 2-1. Hetta var annað málið hjá Dánjali í ár. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, men tað eydnaðist ikki ÍF at javna.

 

Tapið í dag var tað sætta hjá ÍF á rað, og nú eru uppflytararnir úr Fuglafirði av álvara í vanda fyri at detta á niðurflytingarpláss. ÍF hevur 9 stig, og tað er sama stigatal, sum TB á níggjnda plássi hevur.