ÍF slapp undan marruni

1. DEILD: Fyri fyrstu ferð í fimm ár vann ÍF í gjárkvøldið ímóti liði hjá Víkingi í tveimum teimum ovastu deildunum

Olaf K. Hansen var tvífaldur ÍF málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini, sum hann hevur skorað fyri ÍF, síðani hann fyrr í ár flutti úr KÍ og til ÍF

Mikukvøldið vann ÍF 3-1 ímóti næstbesta lliðnum hjá Víkingi. Landskappingardysturin var í Leirvík, og hálvleiksstøðan var 2-1. Talan var um merkisvert úrslit, tí hetta var fyrsta ferðin í fimm ár, at besta liðið hjá ÍF vann ímóti liði hjá Víkingi í bestu og næstbestu deildini.

 

Síðsta ferðin, at ÍF vann ímóti Víkingi var sambært FaroeSoccer 17. juni í 2020. Tá var grannauppgerð í Sarpugerði í bestu deildini, og tá vann ÍF 2-1.

 

Síðani tá hevur besta ÍF liðið ofta spælt ímóti bæði besta og næstbesta liðnum hjá Víkingi, uttan at tað er eydnast at vinna. Í bestu deildini hevur Víkingur vunnið hvørja ferð, og tá ið besta liðið hjá ÍF í 2022 var í næstbestu deildini endaðu tveir dystir ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi 1-1, og so vann Víkingur 7-1 í Fløtugerði.

 

Í gjárkvøldið eydnaðist tað loksins ÍF at vinna ímóti grannunum. Tað var uppi á Brekku í Leirvík. Kanska sást tað aftur á manningini hjá Víkingi, at besta liðið í dag skuldi spæla á útivølli ímóti HB.

 

Olaf Karstenson Hansen legði í fyrra hálvleiki ÍF á odda 1-0 og 2-1. Hetta vóru fyrstu málini hjá honum, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr KÍ og til ÍF. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki sendi hann eftir innlegg og við høvdinum bóltin í málið, og í seinna førinum sneiddi hann framvið tveimum, áðrenn hann skoraði. Tað var í 42. minutti. Jósaf Ólavsson Gleðisheygg hevði javnað til 1-1 í 37. minutti. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Ellivu minuttir undan leikloki staðfesti Dánjal á Lakjuni við sínum fjórða máli í ár ÍF sigurin.

 

ÍF er á fjórða plássi við 17 stigum, meðan Víkingur er á fimta plássi við 16 stigum.  

 

 

 

Olaf K. Hansen var tvífaldur ÍF málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini, sum hann hevur skorað fyri ÍF, síðani hann fyrr í ár flutti úr KÍ og til ÍF