ÍF vónin livir framvegis

MYPA skoraði 1-0 sigursmálið á heimavølli, tá ið tað restaði eitt korter

Albert Ellefsen og hansara menn í ÍF hava framvegis møguleika at spæla seg víðari í annað innleiðandi umfar í Europa liguni í fótbólti. Í kvøld tapti ÍF 1-0 á útivølli ímóti finska MYPA, sum skoraði sigursmálið, tá ið tað restaði eitt korter.

Tølini siga, at heimaliðið var greitt omaná, og serliga eftir steðgin var trýstið ógvuliga stórt á ÍF málið. Tvær ferðir rakti MYPA stólparnar aftanfyri veteranin Jákup Mikkelsen, sum stóð seg heilt væl í málinum.

MYPA hevði fimtan royndir ímóti ÍF málinum, og ÍF hevði tríggjar royndir ímóti MYPA málinum. ÍF hevði onga málatsókn í 2. hálvleiki.

ÍF eigur heimavøll um eina viku. Um tað skal eydnast fuglfirðingum at spæla seg víðari í kappingini, so er fyrsta treytin ivaleyst, at MYPA ikki megnar at skora mál á útivølli.

--------

LIÐUGT

1-0

Dómarin legði fýra minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Trýstið ímóti ÍF var øgiligt, men tað eydnaðist at verja so mikið væl fyri, at MYPA bara skoraði eina ferð.

Leivur Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Ara Ó. Ellingsgaard.

 

90) 1-0

So hevur MYPA enn eina ferð havt bóltin á træverkinum aftanfyri Jákup Mikkelsen!

 

85) 1-0

MYPA stríðist fyri at økja um leiðsluna og harvið mest sum at avgera sær sjálvum til fyrimunar, um tað í næstu viku eydnast at skora eitt mál á útivølli.

Trýstið er tó linkað eitt vet síðstu løtuna.

Høgni Zachariaseen hevur sæð gula kortið.

 

79) 1-0

Kristoffur Jakobsen er komin á vøllin í staðin fyri Boga Reinert Petersen.

MYPA koyrir á.

 

76) 1-0: Abdulahi 76. 

75) 0-0

Nú er ÍF setningurin bara at halda tørn. Fuglfirðingar hava onga roynd havt ímóti MYPA málinum í 2. hálvleiki. Tað er stutt millum MYPA vitjanirnar í ÍF brotsteiginum.

 

70) 0-0

Tað kennist vandamikið, tá ið MYPA í fleiri førum fær tiltuskað sær fríspark á ÍF hálvuni. Tá ið fríspørkini verða løgd í brotsteigin sæst tað aftur og aftur, at fuglfirðingar við Bartali Eliassen og Høgna Zachariassen á odda eru sera stinnir í høvuðspælinum.

 

65) 0-0

MYPA pressar øgiligt, og Jákup Mikkelsen verjir málið sum sannur brandur. Eftir at hava spælt seg í sera góða støðu royndu heimamenninir ímóti málinum. Jákup Mikkelsen vardi fyri, og umvegis stólpan fór bólturin út til horna.

 

60) 0-0

Tølini siga, at heimaliðið er greitt omaná. MYPA hevur havt átta royndir ímóti málinum hjá Jákupi Mikkelsen, og ÍF hevur havt tríggjar royndir ímóti heimamálinum.

 

55) 0-0

Nú stendur á gomlum nøglum. Heimaliðið leggur stórt trýst á, og tað kemur væl við, at Jákup Mikkelsen hevur nógvar altjóða royndir. Síðstu løtuna hevur hann fleiri ferðir bjargað.

 

50) 0-0

Somu spælarar eru á vøllinum, sum vóru tað undan steðginum. Heimaliðið tiltuskaði sær beinanvegin hornaspark, men einki spurdist burturúr, og síðani hevur tað mesta verið millum brotsteigarnar báðar.

 

HÁLVLEIKUR

 0-0

 45) 0-0

Tað er framvegis málleysur javnleikur í Finnlandi, har ÍF spælir í Europa liguni ímóti MYPA.

Tríggjar minuttir undan steðginum sá Fritleif í Lambanum gula kortið eftir at hava gjørt fríspark.

Líkindini at spæla fótbólt eru góð á Saviniemi Football Stadium í Kouvola. Sólin kagar undan, og tað eru 18 hitastig.

 

35) 0-0

Síðsta korterið hevur ÍF onga roynd havt.

 

30) 0-0

Heimaliðið er ágangandi. Roynt verður at leggja trýst á fuglfirðingar, men higartil hava teir megnað at spæla seg burturúr fyrsta pressinum. MYPA spælararnir eru í fleiri førum sektaðir við fríspørkum.

 

25) 0-0

Nú er tað heimaliðið, sum søkir meiri at ÍF málinum, og síðstu løtuna hava teir bæði havt skotroynd við síðuna av málinum og á málið, har Jákup Mikkelsen bjargaði.

 

20) 0-0

Gongdin er tann sama. Karl Løkin hevur roynt seg við langskoti, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

15) 0-0

Tað gongur javnt á. Fyri tað mesta gongur tað fyri seg millum brotsteigarnar. Síðstu løtuna hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar.

 

10) 0-0

ÍF hevur tiltuskað sær fyrsta hornasparkið. Annars hevur heimaliðið verið tætt við, men Jákup Mikkelsen bjargaði.

 

Fyrsta bríksl var klokkan 16.30 í Kouvola í Finnlandi, har ÍF spælir ímóit MYPA. Sergiu Derenov úr Moldova er dómari.

 

MYPA-ÍF kl. 16.30

ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliassen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard – Karl Løkin, Høgni Zachariassen -  Fritleif í Lambanum, Bogi Reinert Petersen, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni,