IK Start er bjargað av lokalum banka

103 ára gamla norska fótbóltsfelagið, IK Start í Kristiansand, sum hevði Toda Jónsson í hópinum, árini 2005-2006 er bjargað undan húsagangi í evstu løtu. Lokali bankin, Sparebanken Sør hevur sprænt 20 miljónir norskar krónur í felagið. Aðalstjórin í Sparebanken Sør, Morten Kraft segði við lokalblaðið, Fædrelandsvennen: - Vit seta okkum í førarasetrið. Hetta er eingin ynskistøða fyri bankan. Eg siti ikki her, sum høvuðsstuðul ella ánari til navnið á leikvøllinum, Sør Arena, men sum aðalstjóri fyri Sparebanken Sør. Fremsta arbeiðsuppgávan hjá okkum, er at gera tað besta fyri fyritøku okkara, soleiðis at ognir okkara verða best møguligt forvaltaðar. Vit ynskja ikki at verða ein langsiktaður eigari, og vit vilja bara hava ábyrgdina, inntil vit kunnu finna onnur, sum kunnu taka yvir.