Ike nærkast landi og versnar

Ódnin Ike mennist aftur, nú hon er á veg tvørtur um Meksikoflógnan ímóti amerikonsku strondini

Amerikonsku veðurmenninir vænta, at Ike fer at koma inn yvir strondina í Texas leygardagin, og myndugleikarnir har eru farnir undir at flyta fólk burtur av láglendinum við strondina.

Sum er hevur Ike kós ímóti leiðunum sunnan fyri havnarbýin Galveston, har fleiri stór oljureinsiverk eru. Roknað verður við, at Ike fer at elva til vatnflóð í einum øki, har umleið fimm milliónir fólk búgva.

Serfrøðingar vænta, at Ike kann mennast til eina ódn á fjórða stigi, áðrenn hon kemur inn yvir land, og at vindferðin tí fer at liggja um 210 kilometrar um tíman.