Ike royndarvenur nú í FC Hoyvík. Nigerianski framherjin var við, tá liðið seinnapartin leygardagin spældi venjingardyst á niðara vølli í Gundadali móti VB/Sumba.
Ike, sum spældi eitt skifti í fjør við AB, fekk ikki sáttmála hjá 07 Vestur, og nú skal hann royna at sannføra venjararnar í FC Hoyvík.
FC Hoyvík vann 7-3.