IKEA-katalogið 60 ár á baki

Í 60 ár hava fólk droymt seg burtur í lokkandi Ikea-príslistanum.

Í ár eru tað 60 ár síðani, at heimsins størsti prentlutur, Ikea-katalogið, kom út á fyrsta sinni.
Blanka og litfagra blaðið, sum altíð er á tremur við freistandi innbúgvi, íblástri og hugskotum til innrætting av heiminum.
Hesin prentluturin, sum meiri enn nakað annað vekir ”reiðurbyggjarainstinktið” hjá teimum, sum eru á einum vegamóti í lívinum. Sum, tá fyrsta barnið er á veg, tá tvey flyta saman, tá fyrsta kollegiikamarið skal innrættast ella tá onkur verður single aftur.

Ikea í Føroyum
Hóast Ikea er ikki í Føroyum, er funktionella og lætta designið frá risastóru handilsketuni næstan obligatoriskt í føroyskum heimum. Líka frá sitrónpressuni úr fyrstu ”starter-kit'inum” til ”bygg-sjálv-køkin” og sengurnar í barnakømrunum. Fyri ikki at gloyma eyðkendu ljósu, norðurlendsku litirnar og toyvørurnar, sum hóska so væl til kremlitta stílin í nógvum føroyskum heimum.
Altíð í tíðarhóskandi sniði og í einari príslegu, sum føroyska handilslívið kann ikki kappast við.

Speglar tíðina
Men hús- og heimarákið hevur ikki altíð verið kremlitt. Hesi 60 árini eru smakkurin sjálvandi broyttur nógv, umframt at permumyndirnar eisini siga nógv um tíðarandan hesi ymsu tíðarskeiðini – bæði politiskt, búskaðarliga og innan mótaheimin.
Her er eitt lítið yvirlit yvir søguna hjá Ikea og kataloginum hesi seinastu 60 árini.

1950’ini
Fyrsti príslistin kemur á gøtuna í 1951, og Ikea leggur seg eftir konseptinum, sum vit kenna enn í dag, við góðsku fyri lítlan penga. Ingvar Kamprad letur eina sølustevnu upp, har hugtøkini um ”flatar eskjur” og ”samla sjálv” síggja dagsins ljós á fyrsta sinni.
Búskaparliga eru tíðirnar slakar, men innrættingin av stovuni broytist um hetta mundið, nú sjónvarpið er vorið nýggja húsaltarið í modernaða heiminum. Síðst í 50'unum letur fyrsta stóra Ikea handilshúsið upp í Svøríki, og omanfyri 100 fólk eru í starvi.

1960’ini
Tíðirnar batna og fólkið hevur meiri pening til forbrúk. Fleiri túsund fólk standa í røð við dyrnar, tá eitt risastórt Ikea handilshús letur upp í Stockholm. Sjálvtøkuvørugoymslan verður fastur táttur í Ikea-konseptinum. Sjónvarpið er í litum, og fyrsta Ikea-húsið letur upp í Ballerup í Danmark í 1969.

1970’ini
Ingvar Kamprad flytir til Danmarkar í 1973 fyri at vera nærri europeiska marknaðinum. Nýggj handilshús lata upp í Sveis, Týsklandi, Autralia og í Canada. Stílurin er flipputtur og á nógvan hátt kollveltandi.
1980’ini
Í 1984 verður katalogið prentað í 45 milliónum eintøkum á níggju ymsum málum. IKEA FAMILY verður til, og fyrstu umhvørvissamskiparin verður settur í starv í fyritøkuni. Handlar lata upp í Fraklandi, Belgia, USA, Bretlandi og í Italia.

1990’ini
Fyritøkan satsar upp á fólk, burðardygd og umhvørvi. IKEA CHILD verður til, nú tørvurin hjá børnum er í hásæti. Fyritøkan fær nógva umrøðu í sambandi við røðina Democratic Design, ið setir gongd á missiónina um eitt gott og funktionelt design, sum fjøldin er før fyri at rinda.

00’ini
Hugtøk sum sosial ábyrgd og umhvørvisvernd eru framvegis í hásæti. Millum annað við ”IKEA Social Initiative”, og ”Better Cotton Initiative”, sum er samstarv við WWF. Eisini á globala pallinum er fyritøkan virkin, til dømis saman við Red Barnet (Save the Children) og UNICEF. Handilshús nummar 200 letur upp og starvsfólk nummar 100.000 verður sett í starv.

--

Ikea søgan í stuttum
Søgan um Ikea byrjar í Svøríki í einum skógi í Smálandi í 1930’erne. Her súkklaði ein 5 ára gamal óviti runt og seldi grannunum svávulpinnar, pynt til jólatrø og blómufræ.
Drongurin var Ingvar Kamprad, og var tað sami drongur sum setti Ikea á stovn longu sum 17 ára gamal. Eins og í dag, var upprunaliga konseptið góðska fyri lítlan penga. Í dag er gott design og burðardygd hornasteinar í fyritøkuni umframt.

--

Heimsins størsti prentlutur
Fyrsta katalogið varð prentað í 250.000 eintøkum. Í dag er Ikea-katalogið heimsins størsti prentlutur. Katalogið verður prentað í 198 milliónum eintøkum á 27 málum.

--

Altjóða brand
Í fjør vóru 590 milliónir vitjandi í teimum 301 handilshúsunum kring heimin.

--


So er!
- Kreativi parturin av kataloginum fer fram í einum 8.000 fermetra stórum fotostudio í Älmhult í Svøríki
- Framleiðslan av einum katalogi tekur umleið eitt ár
- Millum oktober og mars byggir ein stórur hópur av handverkarum eini 200 ymsar innrættingar til katalogið
- Í kataloginum eru umleið 4.000 myndir



--

Kelda: Ikea

--