Ikki aftur Spice Girls

Í síðstu viku var tað heilt víst, hesa vikuna er tað ómøguligt. Endurstovnin av einum av størstu tónleikabólkunum í 90?árunum Spice Girls verður av ongum.

 

Enskir fjølmiðlar hava í eitt longri tíðarskeið verið á gosi, um endurstovnan og ikki endurstovnan av Spice Girls. Nýggjasti partur av framhaldsøguni um krydd-genturnar er, at nú verður tað av ongum, orsakað av Mel C. Tað er fyrrverandi umboðsmaðurin hjá Spice Girls, Simon Fuller, sum í ensku pressuni sigur:

- Mel C heldur, at hennara yrkisleið sum einstaklingur er størri enn bólkurin.

Mel C sjálv vísir aftur, at hon er einasta orsøkin til, at bólkurin ikki verður endurstovnaður. Hon viðgongur, at hon ongan áhuga hevur í hesum, men at hon als ikki er tann einasta krydd-gentan, ið ikki vil endurstovna Spice Girls, skrivar gaffa.dk