Sigling
Kombineraða nótaskipið og trolarin Fagraberg, sum er fyrrverandi Krúnborg, hevur nú fingið eina heimasíðu www.fagraberg.dk
Á heimasíðuni er hópur av góðum og áhugaverdum myndum, sum eru tiknar umborð á skipinum. Talan er bæði um myndir, sum eru tiknar undir fiskiskapi og myndir, sum eru tiknar innanborða av monnum, sum sigla við skipinum.
Myndir eru eisini tiknar í illveðri, har sjógvur skolar inn yvir skipssíðuna.
Ikki er altíð so tespiligt at vera sjómaður.