Ikki bara tey arbeiðsleysu rýmdu

Í bók síni er Erik Arge komin fram til, at tað ikki bara vóru tey arbeiðsleysu, sum rýmdu av landinum undan kreppuni

Erik Arge, lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali, hevur júst givið út bók, sum viðgerð búskaparkreppuna og fráflytingina, sum stóðst av henni. Eisini verður í bókini komið inn á, hvussu kreppan rakti føroyingin, og hvussu lívskorini broyttust av hesum.


Flest fluttu fyri at fara í útbúgving

Ein útisetakanning var gjørd, og hon verður brúkt sum støði undir einum stórum parti av bókini. Tey spurdu eru føroyingar í Danmark, sum fluttu í 1991 og í 1994, og tað er Fróðskaparsetur Føroya, Hagstova Føroya og Danmarks Statistik, ið hava skipað fyri hesi kanningini í 1996.

Í hesi kanningini sigur meira enn helmingurin av teimum spurdu, at orsøkin, til at tey fluttu til Danmarkar, var at fáa sær eina útbúgving. Serliga er tað aldursbólkurin frá 20-30 ár, sum flutti úr Føroyum vegna útbúgving. Vert er at hava í huga í hesum sambandi, at hesin aldursbólkurin ikki hevði teir stóru møguleikarnar í Føroyum, sjálvt um orsøkin til at tey fluttu úr Føroyum kanska ikki beinleiðis var arbeiðsloysi.

17% av teimum spurdu søgdu seg flyta til Danmarkar, av tí at ein, sum tey høvdu tætt tilknýti til, flutti av landinum, meðan onnur 17% søgdu seg flyta til Danmarkar fyri at fáa arbeiði.

Vert er at leggja merki til, at færri enn 1 % av teimum spurdu søgdu seg flyta úr Føroyum undan ov stórari persónligari skuld. Hetta setir rithøvundurin tó spurnaðartekin við, tí at tað óivað vóru fleiri, sum rýmdu undan stórari persónligari skuld, men vilja ikki viðganga tað ella hava valt ikki at svara spurnarblaðnum.

Út frá hesi kanningini ber til at siga, at tey, sum rýmdu av landinum, ikki bara fóru vegna arbeiðsloysi, men at enn fleiri søgdu orsøkina vera útbúgvingarmøguleikar.

Útisetakanningin vísir eisini útbúgvingarstøðuna hjá føroyingunum. Aftur her er myndin greið, tí 35% eru í holt við eina útbúgving í Danmark, og hetta talið veksur frá 1991 til 1994. 27% hava eina hálvlanga ella millumútbúgving, meðan 19% als onga útbúgving hava.

Í 1991 høvdu 65% av teimum, sum rýmdu, arbeiði eitt hálvt ár áðrenn tey fluttu. Í 1994 er hetta talið minka niður í eini 50%.


Serliga tey ungu rýmdu

Tað er ikki nakað nýtt, at tað serliga vóru tey ungu, sum fluttu av landinum, og tað eru fleiri orsøkir til tað. Fyri tað fyrsta rýmdu tey flestu, tí tey fóru í útbúgving, og tí er tað ikki so løgið, at tey flestu vóru ung, sum fluttu.

Eisini ber til at finna aðrar orsøkir til at serliga tann yngri aldursbólkurin rýmdi, tí á einum arbeiðsplássi er tað ofta skipað soleiðis, at tey, sum seinast eru sett í starv, eisini eru tey fyrstu at verða uppsøgd, tá ið niðurskurðir verða gjørdir á arbeiðsplássinum. Fleiri ung, sum júst høvdu bygt hús, hava havt torført við at gjalda lánini aftur, tá lønirnar lækkaðu munandi.

Kanningin vísir eisini, at í 1991 vóru 40% av útisetunum í Danmark í aldrinum 25-29 ár, og hetta vísir greitt mynstrið, at serliga tey ungu rýmdu.


Bústaðarmynstrið

Størsti parturin av føroyingunum búsettu seg í Jútlandi. Umleið helmingurin valdi at búseta seg í Jútlandi, og tey flestu fóru til Vesturjútland, har 17% valdu at seta búgv. 13% fóru til Norðurjútland, og tað sama til Eysturjútland, meðan bara eini 4% valdu at flyta til Suðurjútland.

Frá 1991 til 1994 vaks talið av føroyingum, sum fóru til Vesturjútlands, og orsøkin til tað er, at í 1994 er fiskivinnan verri rakt av kreppuni enn í 1991, og føroyingar, sum áður hava verið í arbeiði í hesi vinnuni, flyta til Vesturjútland og halda fram í somu vinnu. Nógv eldri fólk flyta til Norður- og Vesturjútlands.

Ein triðingur flutti til Keypmannahavnar. Serliga eru tað tey ungu, sum leita sær til høvuðsstaðin, tí at har eru bestu útbúgvingarmøguleikarnir at finna. Eisini hevur Keypmannahavn flest tilboð at bjóða, og tað dregur ung fólk.

22% siga seg ikki vilja flyta heimaftur til Føroyar, meðan onnur 30% ætla at flyta heim, um tey fáa ein hóskandi arbeiði. 13% bíða til umstøðurnar eru batnaðar, meðan 19% bíða til útbúgvingin er lokin.