Ikki bert bygdarpolitikk í býráðið

Eg havi í aðrari grein lýst nakrar tankar um lokalpolitikk, og tá hugsi eg bæði um Nólsoynna og hinar bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Eydnast mær at gerast býráðslimur, hugsi eg eisini felagspoltikk og tað, ið eg meti mennir høvuðsstaðin allan.

- bústaðarmøguleikar
Tórshavnar kommuna má standa á odda at bjóða borgarum heim úr útlondum. Talan kann vera um føroyingar, ið hava verið burtur í lestrarørindum. Talan kann eisini verða um lesandi, ið síggja møguleika at lesa í Føroyum.
Í mínum tonkum er, at til dømis MFS setir seg saman við býráðnum við nøkrum aktuellum tørvs-lýsingum.
Sjálvsagdur lutur í hesum er, at bíligir íbúðarmøguleikar eru. Eg hugsi her um kømur og íbúðir, ið kommunan kann leggja rygg til at leiga út og sum hóska nútíðini. Fleiri við mær hava roynt ymsar leiguíbúðir, ið kunnu verða ymsar í kvaliteti og við ótryggleika um, hvussu leingi til bar at leiga.
Kommunan hevur orðað eina leiðreglu, ið skal tryggja góða skipan, men neyðugt er at hon verður fylgd betur upp.

- grøn orka
Vindmylluverkætlanin í Nólsoy er nú komin so mikið áleiðis, at myllan stendur uppi og fyrstu húsini eru knýtt í royndarskipanina - fyrsta dagin fer hon vónandi at mala.
Tórshavnar kommuna eigur at fylgja hesum privata initiativi og seta fram øki, ið hugsandi eru at bjóða fram til vindmyllur.
Fyrstu mongu árini er talan helst ikki um sparingar, men heldur kappingarførar prísir, og at vit hugsa um grønu orkuna.
Harafturat kundi eg hugsað mær, at royndir við el-drivnum bussum vórðu lýstar, eisini við atliti at møguleikanum at hesin streymur kom frá vindmyllu.

- reint og ruddiligt umhvørvi
Tað er av alstórum týdningi fyri trivnaðin, at vit liva í einum reinum og ruddiligum høvuðsstaðarøki.
Tí taki eg fult undir við teimum átøkum, kommunan higartil hevur staðið fyri. Men vit mugu ansa eftir at halda á og menna tiltøkini.
At skilja ruskið er ein partur, at sleppa av við ruskið er ein partur, men kanska er størsti parturin nú at sleppa av við fløskur á einum stað og fáa pantið við sær.
Eg ynski harafturat, at hundaeigarar hava hóskandi øki, har hundar kunnu renna leysir og spæla. Við tí í huga, at hetta samstundis hevur við sær, at størri dentur verður lagdur á at føra hund í bandi alla aðrastaðni - og at taka lortin upp.

- ungdómspolitikkur
Ungdómurin í dag dugir væl at orða seg, og týdningarmikið er, at politikkarar í høvuðsstaðnum duga at lurta og skapa umstøður til tann tørv, ungdómurin vísir á.
Hesin tørvur broytist, og tað er av stórum týdningi, at Tórshavnar kommuna lagar alt høvuðsstaðarøkið soleiðis til, at ung trívast og kenna seg hava ávirkan.

- eldrapolitikkur
Eldraíbúðir, sambýli og tilhald eru tey tiltøk, eg kenni, aftur at møguleikanum at fólk búgva heima og fáa vitjan av heimahjálparum. Í ár misti eg báðar ommurnar, men tær ríkaðu meg við innlitum í hesi øki, ið mong avvarandi saman við brúkarunum gleðast um hvønn dag.
Í kommununi er harafturat eitt Eldraráð, og eg eri vísur í, at hesi fólk duga at seta orð á hvønn tørv, tey seta Tórshavnar kommunu.
Helst hevur eldraøkið eisini ymiskt, ið kann betrast, og krøvini, tey eldru seta til gerandisdagin, broytast eisini. Bert við opnum positivum samstarvi kunnu vit fremja bata.

- súkklumøguleikar
Tað er at fegnast um, at súkklubreyt nú verður gjørd úti við Strond, og vónandi eru fleiri ætlanir á veg at betra møguleikarnar at súkkla trygt í høvuðsstaðnum.
Súkkludagar kundu havt við sær, at átøk vórðu gjørd at betra møguleikarnar. Mær hevði dámt væl, um súkklufeløg onkunsvegna vístu øðrum ítróttarfeløgum á, hvussu lætt tað er at súkkla í Havn, soleiðis at íðkarar tóku henda møguleikan til sín.
Ofta hoyrist frá foreldrum, hvussu nógv tíð fer at koyra børn higar og hagar, men við súkklumøguleikum og framhaldandi góðari buss-skipan, hugsi eg, at færri bilar høvdu verið á vegnum - og harvið tryggari súkklumøguleikar.