Ikki eitt kis frá Beagle

Hóast fleiri royndir hevur eingin hoyrt eitt kis frá evropeiska rúmdarfarinum Beagle 2, sum fyri nøkrum døgum síðani lendi á gongustjørnuni Mars.

Leygardagin var amerikanski fylgisveinurin "Mars Odyssey" uppi yvir staðnum, har "Beagle 2" lendi, men hann kundi ikki fáa samband við evropeiska farið. Heldur ikki tann stóra støðin í Jodrell Bank í Onglandi hevur kunnað fingið samband við hann. Næsta royndin verður ætlandi gjørd tann 4. januar, tá móðurfarið "Mars Express" verður uppi yvir lendingarstaðnum.

Ein talsmaður hjá evropeiska rúmdarsamstarvinum ESA sigur, at har hava tey framvegis vónir um at fáa samband við "Beagle 2". Samstundis verður gitt, hvat kann vera hent. Colin Pillinger, sum stendur á odda fyri verkætlanini hjá ESA, sigur, at kanska vendir antennan á farinum skeivan veg, kanska er farið lent á skeivum staði, og tann seinasti møguleikin er so, at tað er farið í smildur undir lendingini.