Ikki eitt kríggj fyri at fáa stjórnarskifti í Iran

Tað sigur amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, peikar á trý mál, sum ætlanin er at røkka

Pete Hegseth, sum er amerikanskur verjumálaráðharri, sigur, at hørðu álopini á Iran ikki hava sum mál at reka landsins leiðslu frá valdinum.

 

- Hetta er ikki eitt kríggj fyri at fáa stjórnarskifti, men stjórnin er veruliga broytt, sigur verjumálaráðharrin á tíðindafundi í dag.

 

Sunnunáttina varð ovasti iranski leiðarin, Ayatollah Khamenei, dripin í álopum á Iran.

 

- Okkara ambitiónir eru ikki utopiskar - tær eru realistiskar. Tær skulu gagna okkara sameindu, sigur Pete Hegseth.

 

Amerikanski verjumálaráðharrin peikar á trý mál, sum ætlanin er at røkka við álopunum á Iran:

 

- At oyðileggja iransku rakettirnar, sjóverjuna og iransku kjarnorkuætlaninar, segði Pete Hegseth á tíðindafundinum í dag.

 

 

 

 

 

Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, peikar á trý mál, sum ætlanin er at røkka