Føroyska fótbóltskvinnulandsliðið spældi fyrr í dag fyrsta landsdystin í hesum árinum.
Talan var um venjingardyst á útivølli í Kýpros.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, ið er eitt gott úrslit sammett við bæði 0-1 tapini fyri Kýpros í Nations League kappingini í 2023.
Kýpros legði seg á odda í 13. minutti. Í 73. minutti syrgdi innskifta Anna Caroline Brændstrup, ið spælir við portugisiska liðnum, Gil Vicente fyri, at Føroyar tryggjaðu sær javnleik í dystinum. Talan er um fyrsta landsliðsmálið hjá Onnu Carolinu.
Komandi leygarkvøld 18.30 verður talan um HM-undankappingardyst á útivølli móti Grikkalandi. Dysturin verður leiktur á Theodoros Vardinogiannis leikvøllinum í Heraklion.
Hesar byrjaðu inni móti Kýpros:
##med2##












