Ikki hugsingur um hjá Sildberanum at leggja at

Tað var ikki hugsingur um hjá strandfaraskipinum Sildberanum at leggja at í Skúvoy í dag, sum ætlað, og tí vendi báturin aftur til Sands.

 

Inga Tórarenni filmaði støðuna, tá Sildberin royndi at leggja at fyri síðan at geva upp.

 

Sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni var øll sigling til Skúvoynna í dag avlýst, og óvist er, hvussu verður í morgin, jólaaftan.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndina, sum Inga Tórarenni legði út á Facebook.