Av tí at ein villa hevur snýkt seg inn frálíku frásagnirnar hjá Óla, loyvið eg mær at koma við hesum rættingum til myndirnar.
1. Á myndini frá 1936 av B.36 móti verjuskipunum, er eitt navn, Arnold Dahl Christiansen, sum situr fremst og mitt í myndini, blivið burtur. Hann stendur heldur ikki í minnisritinum hjá B36.
B36-arnir í svørtum eru tískil hesir aftast frá vinstru: Ejdesgaard, dómarin Jampan, Niss Hansen, Eivind Mouritsen, Djóni Ziska, Richard Næs og Niels Juel Háberg. Fremst frá vinstru: Emil hjá Gøtu-Jákupi, Jákup Ki ( hvítari blusu), Mortan Mørk, Arnold Dahl Christiansen, Napoleon Nolsøe, Ullaba Askham.
2. Á seinnu myndini, tí samansetta liðið av B36 og HB ið vann á einum bretskum oyðara, er eisini ein lítil rætting.
Tað er ikki Jóhan Simonsen, men Jóannes (hjá Hanusi í Skálavík) Simonsen, sum í dag er 91 ára gamal, sum stendur sum tann 4. í aftaru røð.
Annfinn Danielsen