– Ikki kalla meg »góða«

– Tá mann er stór, so siga tey, at mann skal goyma kroppin hjá sær ella vísa seg eyka feminint fram við niðurringaðum blusum og við buksum, sum vísa miðjuna, so mann ikki sær ov stór út, sigur Anna Sofía Skoradal, sum í tónleikahøpi kallar seg »gówa«. Í nýggjasta Sosialinum práta vit við hana.

 

Anna Sofía Skoradal á pallinum til Faroe Pride 2024 (Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

Síðsta ár endaði bólkurin Nimbus Tópus við Onnu Sofíu Skoradal á odda á øðrum plássi í tónleikakappingini Sement. Í ár stillaði Anna Sofia Skoradal aftur upp í kappingini, sum varð hildin í apríl. Hesu ferð var manningin ikki heilt tann sama sum í 2023 og bar heitið »gówa«, og hon vann Sement 2024 sannførandi.

 

– gówa er eg. gówa er eitt solo-prosjekt, har eg havi eitt meira vald yvir tí, sum eg geri, og har tað er eitt sindur meira persónligt, sigur hon. 

 

Navnið »gówa« hevur Anna Sofía Skoradal eisini fingið sær úr nøkrum heilt serligum hugleiðingum.

 

– Navnið kemur av orðinum »góða«, sum ofta verður brúkt niðrandi móti kvinnum og gentum av monnum, sum siga »hygg her, góða« og »nú skal eg vísa tær, góða«. Eg brúki tað mótsigandi, tí eg tími nemliga ikki at verða kallað »góða«, og eg verði ill, tá menn siga »góða« við meg, sigur Anna Sofía Skoradal og leggur aftrat, at hon hevur valt navnið fyri at blanda orðið »góða« við nakað sum ikki er so »fitt« og »søtt«.

 

– Eg eri ikki so søt, sum »góða« er, sigur hon.

 

Sum tónleikari kann tað vera ringt at finna sín stíl. Har hevur Anna Sofía Skoradal valt, at hon bara vil gera tað, sum fellur henni nátúrligt á pallinum og vita, hvat fólk halda um tað.

 

– Eg havi roynt at tikið tað til mín, sum fólk siga, at eg eri. Eg eri ein rættiliga almennur persónur, og eg fái ofta viðmerkingar frá fólki so sum: »Tú ert so hetta, tú ert so hatta«. So velji eg bara at hugsa »ja, ok, soleiðis eri eg kanska« og taki tað til mín, sigur Anna Sofía.

 

Hetta hevur givið gówa ein heilt serligan stíl, sum Anna Sofía kallar »at vera ein stór, harðmælt kvinna, sum dámar væl at fylla nógv, larma, vera normbrótandi og owna tað.« Hon leggur aftrat:

 

– Tá mann er stór, so siga tey, at mann skal goyma kroppin hjá sær ella vísa seg eyka feminint fram við niðurringaðum blusum og við buksum, sum vísa miðjuna, so mann ikki sær ov stór út. Eg tími ikki at fylgja sovorðnum reglum. Eg vil heldur vera eitt sindur meira alternativ, hóast eg kanska ikki havi kroppin til tað, sigur Anna Sofía Skordal.

 

Les longri samrøðu í Sosialinum.

 

##med2##

 

##med3##

 

(Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

 

Anna Sofía Skoradal á pallinum til Faroe Pride 2024 (Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)