Ikki á leistum

Oddagrein:

Eftir ár í politiskari oyðimørk sær tað út til Sjálvstýrsiflokkurin, hevur fingið møguleikan at sleppa inn í politiska varman. Royndin við minnilutastjórn gevur flokkinum ein tjans, sum hann ikki fær á hvørjum degi. Tað var tann tíð, tá ið Sjálvstýrisflokkurin var mestsum sjálvskrivaður til at vera við í samgongu. Leikluturin sum politisk ífylla gav flokkinum skemtiliga heitið ”kittflokkurin”. Kittflokkur ella ikki, støðan gav hesum lítla flokki eina ávirkan, sum sjáldan stóð mát við støddina. Nú er tað sum kunnugt ikki støddin, sum telur men dygdin, og ásannast má, at flokkurin hevði sera dugnaligar og høgt mettar politikkarar, sum dugdu at vinna floksins hjartamálum frama. Tað er ikki av tilvild, at Sjálvstýrisflokkurin verður samanborin við radikala flokkin í Danmark, sum er ein lítil flokkur við ávísum hjartamálum, sum verða borin fram av sterkum og markantum persónum. Samstundis kann staðfestast, at politiska rákið í Danmark seinastu mongu árini hevur gingið radikala flokkinum ímóti, og í dag hvur hann lítla politiska ávirkan.

Myndin av einum flokki, sum støðugt skiftir síðu fyri altíð at vera við, og sum endar úti í kuldanum, kann hava ávirkan á Sjálvstýrisflokkin, ið hugmyndaliga er teimum radikalu rættiliga líkur. Tað kann í hvussu so er staðfestast, at Sjálvstýrisflokkurin ikki loypir á leistum fyri at koma í samgongu. Landsnevndin mælir tingbólkinum frá at fara uppí sitandi samgongu. Í staðin fyri at gerast partur av samgonguni og fáa landsstýrissess verður talað um at tryggja flokkinum ávirkan við breiðum samstarvi á tingi. Landsnevndin vil ikki, at Sjálvstýrisflokkurin gerst stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu. Við øðrum orðum: hvørki landsstýrissess ella formligt samstarv sum stuðulsflokkur.

Eftir fundin í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins er tað sostatt greitt, at stuðul frá hesum flokki er alt annað enn sjálsagdur. Her er komið annað bolladeiggj i ovnin, nýtt ættarlið við góðum politiskum handalag. Her er onkur, sum dugir at síggja, at flokkurin fær meira ávirkan við ikki at fara uppí samgonguna og við ikki gerast formligur stuðulslokkur. Heldur er ynskið, at ábyrgdarfullur politikkur verður førdur, soleiðis at arbeiðsfriður aftur fæst á Føroya Løgtingi. Snilt! Víðari verður talað um at loysa átrokandi mál, sum fíggjarlógina fyri 2009, og kann hetta tulkast, sum Che fær arbeiðsfrið hetta árið út. Við hesi strategi skapar Sjálvstýrisflokkurin eina politiska óvissu, sum gevur styrki, men sum er alt annað enn hugalig hjá løgmanni.Vandin við hesari strategi er, at hon er í so vágin til ta parlamentarisku styrki, sum flokkurin hevur. Løgmaður kann skjótt missa tolið og taka Fólkaflokkin inn í staðin fyri Miðflokkin. Nógv bendir á, at Fólkaflokkurin er búgvin og so hava vit meirilutastýrið aftur við einari um ikki dynamiska so tó eini stabilari samgongu.