-Taka vit ein av leiðarunum í al-Qaeda, kemur ein annar framat, sigur generalurin Henri Bentegeat við útvarpið Europe 1.
Hann er ovasti í franska herinum og stendur á odda fyri 200 servandum fronskum hermonnum, sum leita eftir leiðaranum í al-Qaeda, Osama bin Laden, í fjøllunum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan.
Generalurin sigur við Europe 1, at fleiri ferðir hevur tað verið um reppið, at hermenn hansara hava tikið bin Laden.
-Men hvørja ferð er hann sloppin undan okkum, sjálvt um vit hava byrgt hann inni. Landslagið í Afghanistan er soleiðis háttað, at tað kemur tí flýggjandi til góðar, sigur Henri Bentegeat, generalur.
Hann ávarar samstundis fólk ímóti at leggja ov stóran týdning í tað, verður bin Laden tikin, tí maður kemur í mans stað, sigur hann. Hann leggur afturat, at tað mest órógvandi er, at al-Qaeda forvinnur altsamt meiri og meiri pengar burtur úr handli við rúsevnum.