Ikki nøgdur við alt hóast góðan 4-2 sigur (FM1)

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus seta orð á 4-2 heimasigurin móti AB

##med2##

ÍF hevur longu fingið 50 prosent fleiri stig í Betrideildini í 2020 enn teir fingu í Betrideildini í 2019. Úrtøkan í 2020 er longu níggju stig.

Tað kann staðfestast aftaná ÍF vann 4-2 á AB í Fløtugerði í Fuglafirði. Í steðginum var støðan javnleikur 2-2. ÍF kom á odda 1-0 og 2-1, men AB svaraði aftur báðu ferðirnar, men í seinna hálvleiki var ÍF omaná og lat ikki AB svara aftur.

Hóast 4-2 sigurin, og góðu frástøðuna niður til AB, TB og Skála so er Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen ikki nøgdur við alt tað sum fór fram í dagsins dysti. Hans Jørgen heldur tó, at ÍF var tað betra liðið í dag. 

Hans Jørgen er tó nøgdur við, at ÍF higartil hevur megnað at vunnið á Skála, EB/Streymi og AB, og nú er málið eisini at fáa stig móti TB komandi leygardag.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus.

HER  ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.

 

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus)