Tveir av spælarunum, sum Alex José Dos Santos sigur seg vera háðaðan av mikukvøldið, vóru brøðurnir, Ronnie og Hans Pauli Samuelsen.
Tá vit tosa við teir báðar, siga teir, at teir ikki á nakran hátt vilja skírast sum rasistar.
- Tað, sum hendir í júst hasum førinum, er, at hann tekur ein mann hjá okkum. Og tí farið eg eftir honum. Tað hevði eg gjørt, líka mikið hvør mótstøðumaðurin var, sigur Ronnie.
Eftir dystin skeldaðust teir báðir spælararnir eina góða løtu, men Ronnie slær fast, at heldur ikki hetta hevði nakað við húðarlit at gera, sigur Ronnie.
- Eg kenni sum sagt ikki nakað til handan trupulleikan. Sjálvandi verður nógv sagt á einum vølli, sum ikki verður sagt í vanligari talu. Og eg skal avgjørt ikki gera meg betri enn onnur. Men eg vil afturvísa, at eg í so máta havi verið atvoldin til beinleiðis rasismu á vøllinum, sigur hann.
Og yngri beiggin, Hans Pauli, er sum so ikki ósamdur.
- Rasisma er sjálvandi nakað, sum eg harðliga vil taka frástøðu frá. Eg veit væl, at nógv verður sagt á vøllinum, og sjálvur fái eg eisini mítt oman yvir meg. Men tá dysturin er av, er hetta liðugt. Og sum sagt, so taki eg persónliga kraftiga frástøðu frá rasismu, sigur Hans Pauli.