Skulu næmingarnir í smáu flokkunum læra at lesa, so er tað ikki nokk, at lærarin er serútbúgvin lesivegleiðari og dugir at greiða frá um bókstavar, stavilsir og ljóð. Hetta vísa altjóða kanningar - Ein persónur, sum ikki dugir at skapa sosialt samband við næmingar, eigur ikki at fáa eitt læraraprógv, sigur Niels Egelund, professari á DPU við danska blaðið Politiken í samband við almannakunngerðing av stórari altjóða kanning av, hvussu næmingar læra at lesa.
Ein samanbering av 70 altjóða kanningum um innlæring staðfestir, at næmingar verða bara superlesarar, um lærarin í móðurmálinum dugir at skapa samband við næmingarnar og er ein sjónligur leiðari í klassanum.
Niðurstøðan í kanningin er, at fakligu evnini hjá læraranum ikki hava eins stóran týdning, sum at viðkomandi hevur eitt gott forhold við næmingarnar og maktar at skapa frið í skúlastovuni.
- Um vit skulu betra um innlæringina, mugu vit útbúgva lærarar til at duga at skapa persónlig sambond við næmingarnar. Talan er um nakrar neyvar førleikar, sum kunnu lærast, so sum tolsemi, virðing, áhuga og innliving, sigur Sven Erik Nordenbo, leiðari á granskingarstovninum hjá Danmarks Pædagogiske Universitet, sum hevur staðið fyri kanningini.
Sven Erik Nordenbo sigur, at kanningin vísir, at tað sum skal til, er at lærarin dugir at skapa samband við gerandisdagin hjá børnunum, torir at fara í dialog við børnini, og dugir at læra tey innliving og tolsemi. Annars læra børnini ikki eins væl at lesa.
Tilmælið frá danska lærustovninum er tí, at læraraútbúgvingin fær meira skipaða undirvísing og venjing í at skapa góð sambond við børn.