SERLIGUR TØRVUR
Líka síðani, at hjúnini Hildigunn og Eyðfinn Poulsen sendu tvíburðardøtur sínar í skúla á sumri í 1996, hevur onnur dótturin, Gunnleyg, havt stórar trupulleikar við skúlagongd sínari. Gunnleyg hevur altíð havt trupulleikar við at fylgja við í tímunum, og sum oftast hevur hon bara sitið og goymt seg í einum króki, og hetta hevur hon eisini fingið loyvi til. Tá ið familjan, og onkuntíð skúlin, hava gjørt eina roynd fyri at fáa stuðul frá skúlaverkinum til Gunnleyg, hevur hetta víst seg at vera meira ella minni ógjørligt. At enda gjørdist kampurin við føroyska skúlaverkið ov máttmikil fyri familjuna úr Skopun, sum tískil valdi at flyta niður, har Gunnleyg fekk eitt undirvísingartilboð, ið samsvaraði við hennara tørv.
Rúmast ikki í fólkaskúlanum
Heystfrítíð er hendan dagin, tá ið Sosialurin vitjar familjuna Poulsen, sum býr í einari rúmligari íbúð í miðjútska býnum Skive. Gunnleyg tekur ímóti í hurðini. Tað skilst á øllum brøgdum, at hon hevur bíðað við spenningi eftir hesari løtu. Í íbúðini búgva, umframt Gunnleyg, mamman, tveir eldri brøður og tvíburðarsysturin. Gunnleyg hevur tríggjar aðrar systrar, og tær búgva allar samlar í Skive. Pápin er framvegis búsitandi í Føroyum, og familjan vónar, at innan ikki so rúma tíð verður gjørligt hjá teimum at flyta heim aftur, um føroyski fólkaskúlin tá hevur skapað rúmd fyri børnum við serligum tørvi.
- Sum nú er, rúmast hesi ikki í føroyska fólkaskúlanum, sigur Hildigunn Poulsen, mamma Gunnleyg.
Trívist væl í nýggja skúlanum
Áðrenn familjan Poulsen úr Skopun flutti til Danmarkar, høvdu tey kannað gjølla, hvørjir undirvísingarmøguleikar vóru hjá Gunnleyg í Skive, har tvær av eldru systrunum búðu.
Tey komu í samband vid PPR (Psykologisk Pædagogisk Rådgivning) í Skive, og har bleiv mælt til, at Gunnleyg at byrja við kom at ganga í einum sokallaðum OBS-flokki. Hetta er ein flokkur, har næmingarnir verða eygleiddir av serútbúnum fólki í upp til eitt ár, áðrenn endalig avgerð verður tikin um, hvar tey framyvir skulu ganga í skúla.
Gunnleyg byrjaði í hesum OBS-flokkinum í august mánaða. Næmingatalið í flokkinum er í løtuni fýra næmingar, men eitt skifti vóru tað bara Gunnleyg og ein drongur í flokkinum. Tveir lærarar eru altíð um flokkin, so eitt skifti høvdu tey ein lærara í part!
Tá ið vit spyrja Gunnleyg, hvussu henni dámar í skúlanum, er hon kvik at svara:
- Gott, nógv betur enn í Føroyum.
Hon hevur ikki trupulleikar við málinum, og sambært mammuni er Gunnleyg nú altíð fús til at fara í skúla um morgunin, meðan tað í Føroyum kundi verða nærum ógjørligt at fáa hana í skúla.
Galið í fimta flokki
Tað var longu tíðliga í seinasta skúlaári, at foreldrini hjá Gunnleyg avgjørdu at kanna møguleikarnar fyri, at Gunnleyg kundi fáa eitt hóskandi undirvísingartilboð, um hon flutti av landinum. Tá gekk Gunnleyg í fimta flokki, og tað var eitt stríð uttan enda at fáa hana í skúla um morgnarnar. Gunnleyg treivst als ikki í flokkinum, og Hildigunn Poulsen heldur, at lærararnir í flokkinum als ikki vóru fyrireikaðir til at takla slíkar næmingar sum Gunnleyg.
Seinni í sama skúlaári bleiv so avgjørt, at Gunnleyg skuldi flytast niður í triðja flokk, har hon hevði onkra vinkonu. Tá gekk betur at fáa dóttrina í skúla, sigur Hildigunn Poulsen, men tað var framvegis langt frá nøktandi.
Samstundis fekk familjan Poulsen at vita úr Danmark, at har var møguleiki hjá Gunnleyg at koma í sonevndan serflokk, har tey ikki vóru so nógv í flokkinum, og har allir næmingarnir høvdu ávísar trupulleikar, sum gjørdi tað torført hjá teimum at ganga í einum vanligum skúlaflokki. Tá hesi boðini komu úr Danmark, var einki at ivast í hjá familjuni. Tey fóru av landinum. Tey høvdu staðfest, at føroyski fólkaskúlin ikki hevði eitt líkinda undirvísingartilboð at bjóða Gunnleyg og øðrum børnum, ið hava líknandi trupulleikar. At flyta av landinum var einasta loysnin, um Gunnleyg skuldi hava lív lagað í framtíðini.
Ringt at fáa hjálp
Longu tá ið Gunnleyg var eini trý-fýra ára gomul, vóru foreldur hennara greið yvir, at hon ikki var sum onnur børn. Tískil vendu tey sær til myndugleikarnar fyri at fáa gentuna kannaða. Rúm tíð gekk, áðrenn Gunnleyg endiliga slapp til kanningar á Skúlanum á Trøðni. Har fingu tey so staðfest, at hon hevði epilepsi, umframt at hon hevði stórar trupulleikar við at halda konsentratiónini um eitthvørt, ið hon fekst við. Tað kundi til dømis vera eitt spæl ella ein tekning, ið hon var við at tekna.
Hesar staðfestingar førdu við sær, at Gunnleyg fekk stuðul í skúlanum longu frá fyrsta flokki av. Men stuðulin var bert ein tíma um dagin, og sum oftast var hetta síðst á degnum, tá ið flest børn eru við at møðast eftir ein langan skúladag. Undir øllum umstøðum helt familjan tað ikki vera nøktandi.
Fluttu til Havnar
Tá ið Gunnleyg skuldi byrja í triðja flokki, valdu foreldrini hjá Gunnleyg at flyta til Havnar. Vónin var, at har vóru betri umstøður hjá Gunnleyg at fáa hjálp í skúlanum, men so var tíverri ikki.
Tá ið Gunnleyg var byrjað í skúlanum í Havn, var arbeitt við at fáa stuðul til hennara, og eftir eina tíð varð játtað, at hon skuldi fáa stuðul tveir tímar um vikuna! Hetta var ovmikið hjá foreldrunum hjá Gunnleyg, og áðrenn skúlaárið var at enda komið, fluttu tey suður aftur til Skopunar. Sum áðurnevnt, so gekst ikki betur í fimta flokki, tá Gunnleyg kom suður aftur til Skopunar, og endin var, at flutt var av landinum.
Kann ikki vera rætt
Tá vit spyrja mammu Gunnleyg, Hildigunn Poulsen, hvussu hon hevur tað við at flyta av landinum við dóttrini, tí hon rúmast ikki í føroyska fólkaskúlanum, sigur hon skjótt og greitt: - Tað er sjálvandi ringt, men vit høvdu ongan annan møguleika, um Gunnleyg skuldi fáa eina líkinda skúlagongd, og tí var tað ein løtt avgerð at taka.
Hildigunn sigur, at hon er vitandi um onnur foreldur, ið hava børn við trupulleikum, sum líkjast teimum hjá Gunnleyg, og hesi eru í somu støðu sum familjan úr Skopun. At tosa við føroysku skúlamyndugleikarnar fyri at biðja um hjálp, er sum at renna høvdið inn í ein múr.
Víðari sigur Hildigunn seg ikki duga at skilja, at man kann tosa um loysing, tá ið man samstundis ikki hevur rúm fyri teimum veikastu børnunum í føroyska fólkaskúlanum. Sum hon tekur til.
- Børnini eru jú framtíðin, og tað kann ikki vera rætt, at vit skulu leita av landinum við teimum.
Nýggja álitið gevur vón
Tá tosið kemur inn á nýgga álitið um sernámsundirvísing, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri løgtingsins mentamálanevnd, sigur Hildigunn Poulsen, at álitið gevur henni vón um, at tað fer at bera til hjá teimum at flyta heim aftur til Føroyar, og at Gunnleyg tá kann fáa eitt undirvísingartilboð, sum er hóskandi til hana og hennara førleika.
- Hetta er heldur ikki meira enn rímulig, so at familjan aftur kann savnast í Skopun.