Ikki ráð til neyðtøkusentur

Á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn er eitt neyðtøkusentur, har neyðtøkuoffur fáa viðger og verða kannað fyri at útvega prógv til eitt møguligt rættarmál.  Vit hava ikki tilfeingi til at hava eitt neyðtøkusentur í Føroyum, sigur Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum


Tá ein kvinna er vorðin neyðtikin og meldar neyðtøkuna til løgregluna, kann løgreglan venda sær til nakrar kvinnuligar gynekologar á Landssjúkrahúsinum, ið gera eina kanning av kvinnuni fyri at útvega prógv.
Tummas í Garði, læknastjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at henda skipan kom í gildi í 2004. Og hann heldur hesa skipan vera nógv betri, enn ta gomlu, har løgreglan skuldi seta seg í samband við ein kommunulækna, fyri at fáa ta gynekologisku kanningina gjørda.
- Vit vildu skapa eina tryggari og vinarligari tænastu. Vit halda at hon er munandi betri nú, tí kvinnan møtir einum kvinnuligum serlækna, ið er von við at taka sær av neyðtøkuoffrum, sigur Tummas í Garði.
- Tá henda nýggja skipan kom í gildi, var tað uppi at venda, um man skuldi hava somu tilboð á Landssjúkrahúsinum, sum tey hava á Ríkissjúkrahúsinum. Men vit hava ikki tilfeingi til at hava eitt neyðtøkusentur í Føroyum. Av tí at vit eru so fáment, hava vit ikki møguleika at hava somu tilboð sum í Keypmannahavn.
 
Tørvur á neyðtøkusentri
Karin Helweg-Larsen er serlækni á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum, í samrøðu við Sosialin í síðstu viku segði hon:
- Tað er sera týdningarmikið, at gera eitt neyðtøkusentur ella eina tílíka funktión á sjúkrahúsinum. Tað er ikki avgerandi, á hvørjari deild sentrið fyri neyðtøkuoffur er. Men tað er sera týdningarmikið, at tilbúgvingin er til staðar og at vitanin finst á sjúkrahúsinum, so man kann taka hana fram, tá man hevur brúk fyri tí, sigur Karin Helweg-Larsen.
Á Ríkissjúkrahúsinum er tað møguligt hjá einum neyðtøkuoffri, at gera gynekologisku kanningina, og harvið goyma øll prógv til eitt møguligt rættarmál, sjálvt um hon ikki hevur avgjørt, um hon vil melda neyðtøkuna.
- Tá ein er vorðin neyðtikin og stendur í einari støðu har ein er djúpt skelkaður, móður og bangin og samstundis skal taka avgerðina, um ein vil melda ella ikki, er tað ein avgerð, sum er sera ring at taka, greiðir Karin Sten Madsen frá. Hon er sosialráðgevi á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum.
Tí taka tey royndir av øllum kvinnum, ið venda sær til neyðtøkusentrið og goyma øll prógv, so neyðtøkuoffrið kann fara heim og hugsa um, um hon vil melda ella ikki. Fleiri koma aftur, til dømis eina viku seinni, og melda neyðtøkuna til løgregluna, sum kann venda sær til sjúkrahúsið, har tey kunnu fáa hendur á øllum próvtilfarinum.
Henda møguleika hava føroysk neyðtøkuoffur ikki.
 
Ov fáir serlæknar
- Á Landssjúkrahúsinum er støðan hon at manningin av serlæknum ikki er nóg góð, og mett var at tað er ov kostnaðarmikið, at brúka tíð og orku uppá at útvega prógv, ið møguliga ikki skuldu nýtast. Vit ynskja at gera eina betri tænastu, men tað er uppgávan hjá løgregluni at útvega prógv, greiðir Tummas í Garði frá.
Tí noyðist ein neyðtøka at verða meldað til løgregluna, áðrenn prógvini kunnu útvegast. Hevur neyðtøkuoffrið ikki 48 tímar eftir neyðtøkuna avgjørt, um hon vil melda, verður eingin gynekologisk kanning gjørd, tí tá metir løgreglan, at tað er ov seint til at finna tey fysisku prógvini.
Hóast tað eru fá neyðtøkuoffur, ið hvørt ár koma á Landssjúkrahúsið fyri at vera kannaðar, hevði kostnaðurin verið høgur, tí serlæknar noyðast vera á vakt.
- Á Landssjúkrahúsinum eru frammanundan bert tveir gynekologar í føstum starvi, sum tí eru á vakt annaðhvørt døgn, og tað er ikki rímiligt at leggja fleiri uppgávur á tær, sigur Tummas í Garði.
 
Viðgerð
Á neyðtøkusentrinum á Ríkissjúkrahúsinum fáa øll neyðtøkuoffur tilboð um vegleiðing og psykologhjálp. Tílík tilboð um viðgerð eru heldur ikki á Landssjúkrahúsinum, men gynekologurin kann vísa neyðtøkuoffrinum til ein psykolog. Somuleiðis er møguligt hjá einari kvinnu, ið er neyðtikin og ikki velur at melda, at venda sær til sín kommunulækna, og fáa ávísing til ein psykolog frá læknanum.
Tá ein kvinna er vorðin neyðtikin, hevur hon rætt til at fáa stuðul frá sjúkrakassanum til psykologhjálp, har sjúkrakassin rindar 40 prosent av kostnaðinum og kvinnan rindar restina.