Ikki ráð at búgva heima – mugu flyta á sambýli

Tey eldru, sum hava brúk fyri heimahjálp, noyðast at liva í egnum skitti sum longst

- Tey sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, mugu fáa hægri pensjón fyri at gera tey fíggjarliga før fyri at búgva sum longst í egnum heimi.  

 

Tað heldur Landsfelag Pensjónistanna, nú ætlanin er at leggja eldraøkið undir kommunurnar.

 

Seinastu tíðina hava politisku slagorðini verið, at tey eldri skulu vera sum longst í egnum heimi.

 

Men Landsfelagið hendur, at skulu tey føgru slagorðini verða til meiri enn heita luft, má eldraøkið útbyggjast munandi.

 

Tey siga, at veruleikin er tann, at tey, sum bara hava fólkapensjón og Samhaldsfast at liva av, eru so illa fyri fíggjarliga, at tey hava ikki ráð at búgva í egnum heimi.

 

- Støðan er tann, at pensjónistar, sum bara fáa fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, søkja um at sleppa inn á sambýli - ikki tí at tey hava tørv á hjálp og røkt, men tí at tey hava ikki ráð at sita í húsunum.   

 

Landsfelagið hjá pensjónistunum vísir á, at fesk hagtøl vísa, at tað eru bara eini  400 eldri fólk, sum fáa heimahjálp – og hjálpin tey fáa, er aloftast rættiliga avmarkað.

 

Landsfelag Pensjónista heldur, at talið á eldri fólki, ið fáa heimahjálp, er alt ov lágt.

 

Felagið heldur eisini, at hjálpin, sum fæst, er alt ov avmarkað.

 

Í fleiri økjum fáa fólk bara hjálp til persónliga røkt og ikki til reingerð, men summastaðni fæst hjálp til eitt sindur av reingerð, men bara aðru- ella triðjuhvørja viku.

 

- Frá at vera ein skipan, sum skuldi hjálpa teimum eldru at verða búgvandi í egnum heimi sum longst, er heimahjálpin broytt heilt munandi og er fánað niður í lítið og onki.

 

- Í dag verða tey eldru, sum búgva í egnum heimi, og sum hava brúk fyri hjálp og stuðli í gerandisdegnum, noydd at liva í egnum skitti longst møguligt, tí tey fáa ikki ta hjálp, tey hava brúk fyri.

 

Landsfelag Pensjónista mælir tískil til, at skipanin við heimahjálp verður munandi styrkt,  so tey eldru kunnu fáa nøktandi hjálp til persónliga røkt, reingerð, ørindi, og annað.

 

- Verður heimahjálpin ment av álvara,  er onki at ivast í, at trýstið at sleppa á eldrasambýli ella røktarheim fer at minka munandi, sigur Landsfelagið hjá Pensjónistunum.

 

 Felagið heldur eisini, at verður heimahjálpin styrkt, sleppa kommunurnar frá at útvega fleiri eldrasambýli, men kunnu heldur, sum frálíður, fara at lata eldrasambýli aftur.

 

Les eisini: Eldru í Føroyum fáa eingi rættindi