Ikki stuttligt at vera kópur

Fleiri túsund veiðimenn eru nú á veg til Norðurkanada at veiða kóp, og veiðan í ár sigst vera tann størsta nakrantíð.

Grønlandskópurin verður veiddur tvær vikur eftir, at hann er komin í heimin, og áðrenn feldurin verður hvítur. Kanadisku myndugleikarnir siga, at áhugin fyri veiðini hevur ongantíð verið so stórur sum í ár, og teir rokna við, at veiðimenninir fara at forvinna einar 100 milliónir krónur í vár. Skinnini verða seld av landinum, og tann størsti parturin fer til Noregs, Danmarkar og Kina.

Tey seinastu fjøruti árini hava djóraverndarfelagsskapir og onnur mótmælt kópaveiðuni. Tey vísa á, at kóparnir verða slignir í høvdið við einum gassa, áðrenn skinnið verður togað av teimum, men at tað er minni enn so vist, at allir kóparnir doyggja av slagnum. Veiðimenninir halda uppá, at kóparnir doyggja beinanvegin, og at teir halda allar tær reglur, sum myndugleikarnir hava álagt teimum.