Tað eru tvey glað og errin foreldur, ið kunnu siga seg at vera foreldur at fyrsta føroyingi í ár 2000. Harvið fyrsta føroyingi í hesi øldini og ártúsindinum.
Klokkan 04:20 tann 1. januar ár 2000 fingu Thomar Hermansen av Tvøroyri og Guðrun Debes úr Porkeri ein son. Frammanundan eiga tey dóttrina Bjørt, ið er tvey og eitt hálvt ára gomul.
Alt gekk, sum tað skuldi, tá fyrsti føroyingur ár 2000 kom í verðina. Drongurin vigaði 3700 gram og var 53 cm langur.
Mamman og pápin, Thomar og Guðrun, eru fødd fødd ávíkavist í 1971 og 1976.
Yvir tíðina
Guðrun var sett at eiga tann 26. desember 1999, so hon hevur gingið nakað yvir tíðina. Eisini gekk hon leingi við verkjum, men nýggjársmorgun átti hon.
Thomar Hermansen er fámæltur og ger ikki nógv burturúr, men tað skilst, at eins og tey bæði foreldrini og stóra systurin, so er eisini restin av familjuni fegin. Á vitjan á sjúkrahúsinum hava bæði abbar, ommur og langabbi og langoamma verið og heilsa uppá.
Men so mikið skilst á Thomar, at alt hetta við fyrsta føroyingi í ár 2000 var ikki ætlað frammanundan.
- Í hvussu er ikki uppá dagin, leggur hann afturat.
Foreldur og familja eru glað og errin, men gera einki stórvegis burturúr. Heldur ikki hava tey frætt um, at nakað verður gjørt burturúr hesum frá aðrari síðu, sigur Thomar, tá spurt verður, um t.d. kommunan ger nakað burturúr.
Hann heldur, at hevði tað kanska verið í Havn, so hevði kanska okkurt verið gjørt burturúr og eftir tí hann hevur frætt, so er ikki langt frá, at tey har so smátt vóru til reiðar, um nakað skuldi hent.
Hann hevur ikki prátað við so nógv fólk enn, hevur mest verið á sjúkrahúsinum, so enn veit hann ikki so nógv at siga um, hvussu fólk hava tikið ímótið tíðindinum um suðuroyingin, ið gjørdist fyrsti føroyingur í øldini.
Men Thomar væntar, at tá hetta hevur verið fjølmiðlunum, so fara fólk kanska at vita meira og fara at siga meira.
Sosialurin ynskir tillukku og alt tað besta framyvir.