Ikki verið so nógvir sóltímar í meira enn hundrað ár

Samstundis, sum veðrið í Bretlandi hevur verið so turt og gott, hevur hetta fleiristaðni verið ein trupulleiki hjá bøndrunum

Í Bretlandi skulu tey heilt aftur til 1910 fyri at finna eitt vár, sum var líka so gott, sum veðrið hevur verið í mars, apríl og mai í ár.

 

Hetta er í øllum førum galdandi, tá ræður um sóltimar.

 

Bretski veðurlagsstovnurin veit nevniliga at siga, at mátaðir eru 630 sóltímar hesar mánaðirnar í ár, og tað er meira enn nakað annað ár í 115 ár.

 

Samstundis, sum veðrið í Bretlandi hevur verið so turt og gott, hevur hetta fleiristaðni verið ein trupulleiki hjá bøndrunum.

 

Hetta veit tíðindastovan AFP at siga seinnapartin.