ILA hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna

Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni, nú sjúkuelvandi ILA er staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum síðani 2005

– Sjúkuelvandi ILA er staðfest fyri fyrstu ferð í Føroyum síðani 2005. Tiltøk verða sett í verk beinanvegin til tess at avmarka og basa hesi virus.

 

Tað sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni í fráboðan nú í nátt.

 

Talan er um sama mál, sum vit umrøddu í greinini Bakkafrost óttast ILA, sum kann lesastVIÐ AT TRÝSTA HER

 

Landsdjóralæknin greiðir frá, at í yvirvøkusýnum undir vanliga eftirlitinum hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni er staðfest, at ILA virus av tí sjúkuelvandi slagnum HPR-del eru ávístar í aliøkinum A-80, sum er við Selatrað og sum Bakkafrost eigur. Tó eru eingi tekin um at sjúkan er brotin út, talan er tí um eina subkliniska infektión.

 

Fiskurin sum er í A-80 við Selatrað verður nú slaktaður skjótast til ber. Eisini grannaøkini, A-81 (Kolbeinagjógv) og A-31 (Veðranes) slakta skjótast til ber.  Leggjast kann afturat, at Bakkafrost valdi at skunda undir slaktingina A-80 beinanvegin illgruni var um hesa virus fyri einari góðari viku síðani.

 

Mint verður á, at tað til einhvørja tíð er bannað at fiska inni á aliøkjum. Avmerkingar av aliøkjum eru at finna á www.kortal.fo , aliøki. Í niðurberjingarøkjunum A-80, A-31 og A-81 er bannað at fiska í einari fjarstøðu upp á 1000 metrar at rokna frá flótandi alienleggunum.

 

Eftirlitssona er ásett at fevna um øliøkini frá A-87 (Haldórsvík) og suður til A-06 (Gulin), soleiðis at hesi verða undir herdum eftirliti komandi vikurnar.

 

Ávísing av ILA virus eigur at verða tikin í størsta álvara. Sannlíkt er tó, at henda ILA virus er funnin rættiliga tíðliga í tilgongdini. Hetta tí at eingi sjúkueyðkenni eru at síggja á fiskinum. Harafturat hava aliøkini rundanum Selatrað nýliga verið kannað uttan at hava ávíst hesa virus.

 

Hetta, saman við góðum mannagongdum rundanum sjúkufyribyrgjandi rakstur, gevur góðar vónir um, at henda virus kann niðurberjast áðrenn hon breiðir seg víðari.

 

Útflutningur av laksi verður ikki tarnaður av hesi ávísing. Altjóða reglur áseta, at fiskur sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá alibrúki har ILA er ávíst.

 

ILA virus smittar bert laks og ávís onnur fiskasløg, hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna.