Illa happaður í skúlanum

ÁKÆRDUR FYRI DRÁPSROYND Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, hevði tað ikki gott í skúlanum

- Eg varð illa argaður í skúlanum.
Maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli síðsta summar, hevði tað alt annað enn hugaligt í skúlanum.
Á rættarfundinum í gjár varð hann biðin at greiða frá barnaárinum og tá fortaldi hann, hvussu illa happaður hann hevði verið at kalla alla skúlagongdina.
Hann var lítil og klæntrasligur og tískil eitt lætt offur hjá teimum størru dreingjunum, segði hann.
Hann segði eisini, at hann hevði ikki sagt nøkrum av teimum vaksnu frá, tí hann stúrdi fyri, at so fór tað bara at verða enn verri.
- Eg varð stongdur inni í skápum og rendur niður í ruskspannir, greiddi hann frá í rættinum í gjár.
Teir plagdu eisini geva honum trapputúrar, tað var at taka í beinini á honum og draga hann niður ígjøgnum trappurnar.
Teir høvdu eisini skotið hann við einum kúlurevolvara, sum skeyt plastkúlur.
Tað gekst honum heldur ikki serliga væl í skúlanum og prógvið, hann fekk úr fólkaskúlanum er vánaligt.
Tá ið hann kom úr skúlanum, hevði hann havt ymisk arbeiði. Hann hevði eisini verið í handverkaralæru, men gavst, tí hann og stjórin kláraði ikki upp.
Hann fór rættiliga tíðliga at drekka illa og heldur sjálvur, at hann var alkoholikari, tí hann kundi ikki lata vera at drekka.
Men tá ið hann var ávirkaður, var hann ”nokk so nógv uppi at koyra”, sum hann málbar seg, tí hann fekk ikki sitið stillur.
Tað var rættiliga tíðliga, at hann fór at missa minnið, tá ið hann drakk, ella dekk ”black out”, sum hann málbar seg og tað hendi, hvørja ferð, hann drakk.