Tað stendur illa til í KÍ. Tað hevur ikki eydnast at vinna í tólv teimum fyrstu umførunum, og sum umfar dettur av umfari gerst støðan alt meiri vónleys.
Í dag fara klaksvíkingar at vitja á Argjum, har tað bíðar sera torfør avbjóðing.
AB hevur staðið seg væl, men tvær tær seinastu ferðirnar hevur AB einki fingið burturúr - á heimavølli ímóti B68 og mikukvøldið í Fuglafirði.
AB venjarin, Allan Mørkøre, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hetta skal ikki koma fyri aftur:
-Eftir landsliðssteðgin hevur spælið ikki riggað. Seinastu venjingarkvøldið hava vit arbeitt við at rætta upp á tingini, og vit hava givið hvørjum øðrum lyfti um, at hetta skal ikki koma fyri aftur, sigur Allan Mørkøre við ab.fo.
So vita klaksvíkingar tað! KÍ hevur verið illa skaðaplágað. Eitt nú hevur Heðin á Lakjuni spælt lítið seinastu vikurnar. Hann vandi ikki fríggjakvøldið. Tað gjørdi Allan Joensen heldur ikki. Fyrsta tíman ímóti B36 var hann sera eyðsýndur.
Jákup Mikkelsen hevur trupulleikar. Tað ber honum næstan ikki til at sparka við høgra beini, men hann verður ivaleyst kortini millum KÍ stólparnar í dag.