Ein lítil hátrýstsryggur fer fram við okkum í dag. Síðani fara fleiri lágtrýst móti Íslandi av útsynningi og tilhoyrandi brúgvaløgini við regni nærkast Føroyum í morgin, samstundis sum hann øtlar vindin av suðri. Brúgvaløgini fara síðani fram við Føroyum av útsynningi, við regni og lýggjari veðri um vikuskiftið. Eftir vikuskiftið kemur ein sterkur streymar av kaldari luft og ælaveðri úr vestri.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Í kvøld øtlar hann vindin og í nátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Turt og sólglottar, men móti nátt skýggjað, tó framvegis turt. Hitin millum 4 og 7 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, møguliga sólglottar. Um náttina skýggjað og út á náttina regn í støðum vestanfyri. Hitin millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s, um kvøldið eitt skifti gul til stívt andøvsgul av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Um náttina snarar hann í ein sunnan og øtlar í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn, um kvøldið klárar í og yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í storm av suðri, 13 til 22 m/s, í hvirlunum upp í kolandi storm, um 27 m/s. Sum frá líður snarar hann í ein útsynning og makar vindin. Um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, um kvøldið klárar í, tó framvegis ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina niður í 0 stig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 7 til 12 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Sum frá líður snarar hann í ein vestan og makar vindin. Samdrigið og vetraræl, sum frá líður fyri tað mesta kavi ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.