Illgruni um eldsbruna

Bretska løgreglan veit ikki, hví eldur kom í eini hús í býnum Harlow í Essex í nátt. Tíggju fólk vóru í húsunum, og tað eydnaðist at bjarga seks teirra út á lívi. Hini fýra, ein kvinna og trý av børnum hennara, vóru deyð, tá løgreglan kom á staðið, og ein drongur doyði á sjúkrahúsinum í dag.

Ein maður varð eisini fluttur á sjúkrahús, men tað er ikki greitt, hvat tilknýti hann hevur til hini.

Løgreglan í Essex sigur, at húsini stóðu í ljósum loga, tá løgreglan kom hagar. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at tey vita ikki, hví eldur kom í húsini. Hann vil ikki siga, um myndugleikarnir halda, at onkur hevði sett eld á húsini, men hann váttar fyri Sky News, at eldsbrunin er ein av teimum, sum ein ávísur illgruni er tengdur at.