Í nátt varð løgreglan boðsent eftir einum manni, sum gekk frá sær sjálvum í Vestmanna. Hann var ávirkaður av rúsdrekka og hevði fingið sær bæði byrsu og knív í bilin, men hann koyrdi útav og fór 15 metrar oman av vegnum.
Løgreglan sigur at maðurin hevur eisini loyst skot av við byrsuni, tí farvegurin eftir skotið sæst í vøllinum. Men tá ið løgreglan skuldi taka mannin, var hann ógvuliga illur og vildi ikki lata seg taka við góðum. Tískil mátti løgreglan taka piparspray í brúk fyri at sissa hann so mikið, at tey fingu handtikið hann.
Tey bardust við hann í løfgreglubilinum allan vegin suður til Havnar, men av tí, at hann hevði verið í einum lutfalsligum álvarsligum ferðsluóhappi, vildi løgreglan hava hann á Landssjúkrahúsið til kanningar. Har mátti hann eisini haldast við makt ímeðan hann var kannaður. Nú er hann innlagdur, men løgreglan heldur vakt uppi yvir honum.
Tað er avmarkað, hvat løgreglan veit um hendingina í løtuni, men tey arbeiða nú við at greiða træðrirnar og tí er støða ikki enn tikin til, hvussu farast skal fram í málinum.
|