Illveður í Italia

Tað var av ringasta veðri har norðuri í Italia í gjár. Eftir nøkrum fáum tímum regnaði tað 400 millimetrar, og tað elvdi til vatnflóð í fleiri býum. Ringast var fram við Genoa-víkini, har stórir partar av býunum Varazze og Cogoletto stóðu undir í vatni.

Tað nógva regnið gjørdi, at áirnar fóru upp um áarbakkarnar og floymdu inn ígjøgnum býirnar, har tær gjørdu stóran skaða.

Italsku veðurmenninir siga, at tað nógva regnið stóðst av heitari og slavnari luft, sum kom sunnan úr Miðjarðarhavinum. Tá luftrákið kom til norðara part av Italia, elvdi tað til torusláttur og gloprarregn.

Veðurmenninir siga, at tað lýggja rákið heldur leiðina fram norðureftir og hevur summarveður við sær nógvastaðni inni á evropeiska meginlandinum.