Illveður á veg í Meksikoflógvan

Ein tropiskur stormur er á veg ímóti Meksikoflógvanum, og myndugleikarnir hava tí gjørt av at flyta skipini og pallarnar, sum verða brúkt í arbeiðinum at tetta lekan hjá BP. Tropiski stormurin, sum hevur fingið navnið ?Bonnie?, hevur elvt til vatnflóð í Puerto Rico, Dominikanska Lýðveldinum, Haiti og Bahamas, og hann kemur væntandi í Meksikoflógvan um vikuskiftið. Veðurmenninir siga, at ?Bonnie? hevur kós ímóti leiðini, har lekin hjá BP er.

Amerikanska sjóverjan kunngjørdi í nátt, at tey flestu skipini hava fingið boð um at fara úr økinum. Tað er eisini galdandi fyri tey bæði boriskipini, sum eru í ferð við at bora tveir brunnar, ið skulu lætta trýstið í brunninum, sum hevur likið teir seinastu mánaðirnar. Hetta arbeiðið verður nú seinkað einar fjúrtan dagar, sigur BP.

-Trygdin hjá teimum, sum arbeiða í økinum, er tað týdningarmesta, sigur ovastin fyri amerikonsku sjóverjuni, admiralurin Thad Allen, við AP-tíðindastovuna.