Illveðrið argar fótbóltin

Í gjár varð ein dystur avlýstur, og í dag eru tveir dystir útsettir til seinni á degnum í vón um, at veðrið fer at batna seint seinnapartin

Fyrsta bríksl á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av NSÍ, verður klokkan 17

Heystjavndøgur vóru í vikuni, sum fór, og síðani hevur tað verið illveður. Í fyrrakvøldið og í gjár vórðu allir dystirnir í næstbestu deildini spældir. Í bestu deildini varð framskundaði dysturin millum TB og HB avlýstur. Orsøkin var ikki, at vindurin var ov nógvur, men at dreningin í vøllinum ikki svølgdi nógva regnið. Nú er dysturin ásettur at vera mánadagin klokkan 15.30.

 

Veðurforsøgnin sigur, at hann verður beinur sunnan, vindferðin verður umleið 10 metrar um sekundið til klokkan 16, tá ið hann fer at minka niður í fimm metrar um sekundið. Tað verður ikki nógv avfall, og hitin verður 12 stig klokkan 15, og so lækkar hann til 10 hitastig.

 

Grannauppgerðin á Svangaskarði millum B68 og NSÍ er útsett til klokkan 17, og á Dungasandi, har Víkingur verður gestur hjá 07 Vestur, verður fyrsta bríksl klokkan 16.

 

 

 

ÍF – KÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B68 – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00

 

07 Vestur – Víkingur: Dagfinn Forná kl. 16.00

 

B36 – EB/Streymur: Alex Troleis kl. 15.00

 

Mánadagin

 

TB – HB: Aron Sofus Vest kl. 15.30

 

 

 

22202087662
Víkingur221552502050
HB211344631843
B36221093432239
NSÍ231058443635
07 Vestur226412286322
EB/Streymur215412184219
B68225413255719
ÍF223415205513
TB21031812713

Fyrsta bríksl á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av NSÍ, verður klokkan 17