Íløgur í gransking og nýskapan gera mun

Alt dýrkar. Gev mær meira pengar. Vit hava ikki ráð. Lønarlyft. Vit mugu gera Suðuroyartunnil. Samfelagsligt haldføri. Útreiðslur, inntøkur, raðfestingar, íløgur.

 

Seinastu dagarnar hevur nógv verið tosað um haldføri. Um at gera búskaparligar langtíðarætlanir og at innrætta samfelagið, soleiðis at tað er rúm fyri okkum øllum, bæði nú og í framtíðini. Soleiðis at Føroyar verða eitt enn betri samfelag.  

Búskaparráðið hevur í nógv ár fylgt við gongdini og ráðgivið Føroyum um búskaparligu gongdina, júst sum tað hevur fingið til uppgávu í lóg. Hóast tað ikki altíð verður gjørt sum ráðgivið, so hoyrast ráðini og tað verður kjakast um tey. Og kjakið flytur okkurt. Tað ger kjak, serliga tá tað byggir á vitan og hollar grundgevingar. 

Eitt nýtt ráð hevur á fyrsta sinni hugt at gongdini við gransking, menning og nýskapan og sagt sína hugsan um, hvussu økið kann skipast betur. Ráðið er við lóg sett at ráðgeva landsstýrinum og vinnuni, júst sum Búskaparráðið. Tað hevur við støði í eini lýsing av økinum og samrøðum við partarnar fleiri tilmæli um stórar og víðfevndar broytingar. Hesar krevja í fleiri førum munandi fígging. 

Tilmælini taka støði í yvirskipaðu fatanini, at játtan til gransking og nýskapan ikki er ein útreiðsla, men ein íløga, sum gevur gott avkast. Tað vita vit uttan úr heimi. Har verða kostnaðir fyri gransking og menning verða skrásettir sum íløgur í landsroknskapunum og í hagtølunum. Framkomin lond gera munandi almennar íløgur fyri at fáa nýggja vitan til vega og betra um samfelagsliga haldførið. Tey geva vinnuni fíggjarligar fyrimunir, um tey brúka orku uppá gransking og nýskapan.

Tá grannar okkara í Íslandi vóru í svárari kreppu fyri fáum árum síðani, vórðu næstan allar játtanir skornar inn á bein. Á einum øki varð tó hugsað øðrvísi. Játtanir til gransking og nýskapan vórðu øktar munandi og vinnuligar íløgur í nýskapan fingu stórar skattafyrimunir. Sambært serkønum í Íslandi var hetta við til at venda gongdini og skapa nýggjar vørur, tænastur, arbeiðspláss og inntøkur. 

Vit síggja tað í Føroyum, har vit hava gjørt stórar íløgur í Fróðskaparsetrið seinastu árini. Til útbúgving og hartil hoyrandi gransking. Fleiri vælútbúgvin fólk, sum átaka sær størv um alt landið. Meira vitan á fleiri økjum, sum almenni geirin og vinnan brúka. Fleiri serfrøðingar, sum kunnu hjálpa okkum at skilja samansettar og truplar støður. 

Vit hoyra hvørja viku um føroyingar, sum skara framúr, eisini á granskingar- og nýskapanarøkinum. Felags fyri hesi er, at tey við vilja, miðvísum arbeiði og tí tilfeingi, tey hava tøkt, hava flutt mørk og skapt okkurt nýtt, sum er samfelagnum at gagni.

Hvat kundi tað ikki verið til, um vit av álvara gjørdu íløgur á hesum økinum? 

Mark Twain skal hava sagt at: “Continuous improvement is better than delayed perfection”, sum kann umsetast til: “Áhaldandi batar eru betri enn seinkað fullkomni”. Tað ber ikki til at fara frá lítlum til nakað stórt í einum, men miðvísar raðfestingar gera mun. Um vit venja okkum við at síggja kostnað fyri gransking og nýskapan sum íløgur heldur enn útreiðslur, so eru vit komin eitt fet rætta vegin. Næstu fetini hava vit longu fingið nøkur boð uppá í tilmælum frá nýggja ráðnum, sum nú er farið undir at ráðgeva landsins myndugleikum og vinnuni

Annika Sølvará

Stjóri í Granskingarráðnum

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med2##

##med3##

##med4##