Ilulisat skjalið

Oddagrein:

Tann 28. mai í ár hittust umboð fyri arktisku strandalondini Danmark, Grønland, Rusland, Canada, Noreg og USA til týdningarmikla ráðstevna í Illulisat í Norðurgrønlandi. Nú er Danmark ikki nakað arktiskt strandaland, men soleiðis sum uttanríksmál eru skipað í ríkisfelagsskapinum var Danmark við fundarborðið. Grønlendski landsstýrisformaðurin og danski uttanríkisráðharrin vóru vertir fyri ráðstevuni, og umboðini frá hinum luttakarunum vóru á høgum politiskum støði, uttanríkisráðharrar, orkumálaráðharrar og varauttanríkisráðharrar. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni var at umrøða teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum veðurlagsbroytingarnar bera við sær í arktisku høvunum kring Norðurpólin.

 

Luttakararnir á ráðstevuni samtyktu eina yvirlýsing, sum hevur fingið heitið The Ilulisat Declaration. Yvirlýsingin er sera áhugaverd, tí hon hóast víst verður til Arktiska ráðið mestsum slær fast, at hesi seks londini átaka sær ábyrgdina av umhvørvinum og ríkidøminum í og undir høvunum kring pólin. Danski uttanríkisráðharrin hevur í samband við Ilulisat skjalið boðað frá, at við hesum skjali hava partarnir lagt haldgóðar politiskar karmar fyri eini friðarligari gongd í Arktiska havinum, og at luttakaralondini vilja bera seg ábyrgdarfult at framyvir, tá um gongdina í Arktiska havinum ræður. Partarnir hava bundið seg til at loysa allar ósemjur og øll trætumál við samráðingum og soleiðis er staðfest, at einki er um leysasøgurnar um eitt stríð um Norðurpólin. Mannagongdirnar eru ásettar, og allir partar hava bundið seg til at halda hesar mannagongdir. Her er einki stríð, her verður einki stríð, sigur Per Stig Møller.

 

Partarnir vísa í skjalinum á vaksandi vinnuliga virksemið í arktisku høvunum og vísa á tørvin á betri eftirliti og meira samstarvi um bjarging og umhvørvisvernd. Teir hava eisini bundið seg til at samstarva nærri og meira í Arktiska ráðnum. Hetta er áhugavert, og tað kann tulkast sum eitt lyfti um meira politiskt samstarv millum ”Ilulisat londini” í einum rættiliga óvirknum arktiskum ráði, sum fevnir um fleiri onnur lond enn hesi seks londini aftan fyri Ililusat skjalið. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, at júst hesi seks londini hava tikið stigið til Ilulisat skjalið uttan um Arktiska ráðið, har eitt nú Ísland er limur og Føroyar eru limur á sama hátt sum Grønland. Ráðstevnan kann tulkast sum ein roynd hjá luttakaralondunum at tryggja sær eitt forleyp í kappingini um ráðevni í havbotninum á Norðurpólsøkjunum, hóast skjalið mest umrøður sjálvt havið, havumhvørvið og livandi tilfeingið í høvunum kring pólin. Hóast bjartskygdu orð danska uttanríkisráðharrans er seinasta orðið neyvan sagt í hesum máli.