Imane Khelif meldað Elon Musk og J. K. Rowling fyri happing

Musk og Rowling teljast millum teirra, ið hava sátt iva um, hvørt Khelif er kvinna

Algeriski boksarin, Imane Khelif, sum vann gull á Olympisku leikunum í París – men sum bleiv kend og nógv umrødd av heilt øðrum orsøkum – hevur meldað Elon Musk, J. K. Rowling og onnur fyri “happing á netinum”.

 

Tað skrivar Variety.

 

Imane Khelif bleiv partur av einum hvøssum orðaskifti um kyn, tá ein boksidystur millum millum hana og italsku Angelu Carini endaði eftir bert 41 sekund. Carini segði tá, at hon "ongantíð áður var sligin so hart" og seinni kom tað fram, at Imane Khelif í fjør varð diskvalifiserað frá HM-kappingini í kvinnuboksing.

 

Orsøkin var, at royndir vístu, at hon ikki var kvinna. Forsetin í altjóða boksisambandinum, IBA, Umar Kremljov segði við statsriknu russisku tíðindastovuna TASS, at royndir høvdu staðfest, at Imane Khelif hevði ov høg testostorontøl, og at tey høvdu funnið Y-kromosomir, ið vanliga merkir, at talan er um persón av kallkyni.

 

Ongi prógv vórðu tó løgd fram, og Imane Khelif hevur eisini áður verið partur av fleiri kappingum í kvinnuboksing, sum IBA hevur skipað fyri, uttan at hetta hevur elvt til trupulleikar.

 

Umar Kremljov, sum m.a. kallaði forsetan í Olympisku nevndini, Thomas Bach, fyri ein ‘høvuðssodomitt’ hevur verið formaður í russiska boksisambandinum. Hann er ein umstríddur persónur, og russiski miðlin Projekt hevur víst á, at hann hevur tætt samband við russisku trygdartænastuna FSO, ið m.a. hevur til uppgávis at verja russiska forsetan.

 

LES EISINI: Søgan um ein mann, sum bankaði eina kvinnu?

 

Nú hevur Imane Khelif so melda fleiri persónar til fronsku løgregluna fyri happing á netinum.

 

Ákæruvaldið í París hevur váttað, at tey hava fingið eina kæru frá Khelif.

 

– 13. august fingu vit boð frá eindini, ið stríðist móti happing á netinum, um at kanna eitt mál um happing á netinum orsaka av kyni, almennari áeggjan til mismun grundað á kyn og æruskemming vegna uppruna, skrivaði ákæruvaldið í eini fráboðan.

 

J. K. Rowling, ið hevur skrivað víðagitnu Harry Potter-bøkurnar, deildina eina mynd av Angelu Carini og Imane Khelif á X og skrivaði:

 

– Kundi nøkur onnur mynd betri tikið saman um okkara nýggju rørslu fyri rættindum til menn? Falska smílið á einum manni, sum veit at kvinnuhatsku ítottarmyndugleikarnir verja seg, og sum nýtur neyðina hjá eini kvinnu, sum hann júst hevur boksað í høvdið, og hvørs ætlanir hann júst hevur syndrað.

 

Elon Musk deildi eitt uppslag hjá svimjaranum Riley Gaines, ið skrivaði at “menn hoyra ikki heima í kvinnuítrótti” og viðmerkti sjálvur: “Absolutt”.

 

Eisini Youtube-stjørnan Logan Paul gav sína meining til kennar á X:

 

– Hetta er tann reini óndskapur, ið vit síggja í løtuni. Ein maður slapp at banka eina kvinnu á einum altjóða palli, og knústi dreymar hennara, meðan hon stríddist fyri deyða pápa sínum. Villingarsjónin má fáa ein enda.

 

Seinni strikaði Logan Paul dagføringina og ásannaði, at hann “kanska var sekur í at breiða út falstíðindi”.

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, skrivaði eisini um boksidystin millum Angelu Carini og Imane Khelif.

 

– So traðkaði OL-24 aftur á eina eyma politiska tá, skrivaði fólkatingsmaðurin.

 

Seinni tillagaði hann dagføringina nakað og skrivaði, at “Fólk hava skrivað, sum halda tað var skeivt av mær at leggja hetta út uttan nuansurnar. Og rætt hava tey.”