Imponerandi

Listamaðurin Zacharias Heinesen er imponeraður av leikinum hjá Hans Tórgarð um van Gogh

Listamaðurin Zacharias Heinesen, sum hevur sæð Leikin Livstrá, er rættiliga hugtikin av avrikinum hjá Hans Tórgarð.

Og Zacharias er ikki ein og hvør, tí hann hevur verið rættiliga hugtikin av van Gogh. Hann hevur lisið brøvini og vitjað Arles í Suður Frankaríki, har van Gogh búði og málaði nógv.

? Eg havi sæð motivini, men har vóru ongar myndir at sígga, tær eru í París og Amsterdam. Tó vóru nógv postkort við myndum hjá van Gogh at fáa, sigur Zacharias Heinesen.

Hann sigur seg vera imponeraðan av leikinum hjá Hans Tórgarð og av, at Hans sjálvur hevur skrivað leikin.

? Hann megnar at fáa ein málara fram og eg haldi, at brøvini kundu ikki verið skilt betur. Ein kundi hugsað øvugt, at ein, ið einki kendi til málningalist, ella van Gogh, royndi seg á palli. Tað hevði kanska ikki eydnast so væl, sigur Zacharias, ið sigur, at sinnissjúkrahúsið, har van Gogh eitt skifti lá, nú er býráðshús, men at urtagarðurin, ið van Gogh málaði, enn er hin sami.

? Eg var impneraður av leikinum, sigur Zacharias Heinesen.