India skal hava fleiri kjarnorkuverk

Óhappið á Fukushima-kjarnorkuverkinum í Japan í vár hevur ikki fingið teir indisku myndugleikarnar at sleppa ætlanini at byggja fleiri kjarnorkuverk fyri at nøkta tann skjótt veksandi orkutørvin. Tað sigur indiski handilsmálaráðharrin, Anand Sharma, sum er á vitjan í USA í hesum døgum.

Á ferðini í USA hevur indiski ráðharrin mælt til størri samstarv millum India og USA um kjarnorku. Teir amerikonsku fjølmiðlarnir vilja heldur hava at vita, um indarar ætla at endurskoða sínar ætlanir eftir hendingina í Japan, men ráðharrin hevur svarað, at allar ætlanir standa við.

-Vit ætla at útbyggja fleiri orkukeldur, og í hesum høpi slepst ikki uttan um kjarnorkuna, sigur Anand Sharma.

Sum er fáa indarar knappliga trý prosent av orkuni frá kjarnorkuverkum, men ætlanin er, at innan 2050 skulu 25 prosent koma frá kjarnorku. Millum annað skal heimsins størsta kjarnorkuverk byggjast í Jaitapur har vesturi í landinum.