Talv
33 ára gamli Viswanathan Anand er kendur sum kanska tann besti kviktelvari í heiminum. Tó meina mong, at Vladimir Kramnik er tann einasti sum veruliga kann geva indaranum mótstøðu. Garry Kasparov telvar sjáldan kvikkappingar, og er tað tí torført at meta um hansara núverandi styrki í kviktalvi. Men eingin ivi eru um, at tá hann telvar kviktalv, blæsur hann al kalla hvørja ferð mótstøðuna av talvborðinum.
Teir tríggir, sum eisini hava mannað topp trý í heiminum seinstu mongu árini, fáa tó í hesum døgum harða kapping á kviktalvsumráðnum frá serliga Peter Svidler, Alexander Grischuk og Veselin Topalov.
Vegurin til finaluna
Júst Svidler og Grischuk leiktu seg í hálvfinalurnar, har teir ávíkavist møttu Anand og Kramnik. Undan hálvfinaluni hevði Anand heldur lættliga vunnið 1,5 ? 0,5 á Ruslan Ponomariov. Anand burdi av røttum vunnið 2-0. Kramnik vann eins trygt sum Anand, 1,5 ? 0,5 á Judit Polgar. Kramnik bjóðaði í seinna talvinum javnt í fullkommiligari vunnari støðu í endtalvinum. Polgar kundi ikki annað enn at takka ja fyri tilboðið, og Kramnik hevði bert brúk fyri javnleiki orsakað av sínum sigri í fyrsta talvinum.
Grischuk vann á Etienne Bacrot og Svidler vann á Topalov í sínum fjórðingsfinalum.
Kramnik hevði telvað heldur varliga í bólkaspælinum, men í fjórðingsfinaluni leikti hann meistarliga væl. Í hálvfinaluni bleiv telvingin enn betur, tá hann vann sannførandi 2-0 á unga landsmanni sínum, Grischuk. Kramnik legði støðugt trýst á, samstundis sum hann útnyttaði til fulnar smáu feilirnir hjá Grischuk.
Í hinari hálvfinaluni mátti snartalvsumdystur leikast fyri at finna vinnaran. Bæði kviktalvini endaðu jøvn, men Anand vann snardystin á Svidler, og tí bleiv dreymafinalan veruleiki.
Kramnik ov bleytur
Tað mest óvæntaða við finaluni varð at Kramnik við hvíta fólkinum í fyrra talvinum, bjóðaði Anand javnleik áðrenn talvið veruliga var byrjað. Við servuni skuldi ein trúð at Kramnik fór at royna at leggja trýst á Anand, serliga tí russin hevði telvað so væl í fjórðingsfinaluni og hálvfinaluni og tískil var fullur av sjálvsáliti.
Í seinna talvinum útnyttaði Anand, í mun til Kramnik, lítla fyrimunin tú hevur við hvíta fólkinum, og fór trygt út í eitt miðspæl, har hann fann ein hátt at vikna um støðuna hjá Kramnik. Kramnik valdi at lata frúnna fyri tveir rókar, men tað varð ikki nóg mikið fyri at bjarga støðuni og Anand vann stutt eftir. Talvið er við í blaðnum í dag.
Kramnik leikti kanska sum heild tí bestu telvingina í kappingini. Hann leikti seg lættliga í fjórðingsfinaluna, og í henni eins og í hálvfinaluni, telvaði hann í serklassa. Í finaluni hevði hann helst ov nógva virðing fyri indaranum, og hevði kanska væntað, at Anand eisini fór at bjóða honum javnleik í seinna talvinum, soleiðis at finalan fór at blíva avgjørd í snartalvi. Men Anand, sum kanska ikki hevði telvað eins sannførandi sum Kramnik í kappingini, fann í finaluni sína bestu telving fram, og tá er tað bert Kasparov sum kann steðga tikaranum úr Madras.
Hans Kristian aftastur
Eftir eina góða kapping í Klaksvík, fór kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen til Norra at royna dygdirnar. Hann slapp við í IM-kappingina í Gausdal og skuldi hava 7,5 stig av ellivu møguligum, fyri at vinna sær ein IM-norm.
Tað gekk tó als ikki til vildar hjá Hans Kristiani. Seks javnleikir og fimm tap og trý stig bleiv úrtøkan hjá honum. Tað gav Hans Kristian eitt tólvta og aftasta pláss. Kollfirðingurin er treiskur og kemur sjálvsagt sterkt aftur.
Í løtuni telvar Martin Poulsen í 1st Saturday IM-kappingini í Budapest, Ungarn. Eitt umfar er leikt, og Martin vann sítt talv á IM Sandor Farago úr Ungarn. Ein frálík byrjan hjá havnarmanninum.