Rákið ímóti einum alsamt trongari trunkaspæli á miðjuni í føroyskum politikki var sjónligt í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið, tá umboð frá øllum flokkum uttan Miðnámsflokkinum vóru savnað at kjakast um evnið “Vælferðarsamfelagið Føroyar”.
Sæð í bakspeglinum er spurningurin, um tað yvirhøvur loysir seg at halda kjaktiltøk um evni, sum allir flokkarnir tykjast vera so samdir um. Floksumboðini vóru nevniliga samd um tað allar mesta, sum var uppi at venda. Frá nógv útskeldaða sjúkrahúsverkinum, sum skal styrkjast, til eldrarøktina, sum skríggjar eftir fleiri starvsfólkum, til stakar uppihaldarar, sum skulu hava meira pengar, til avlamispensjónir, sum skulu hækkast o.s.fr.
Bleyt virði
Øll lovaðu tey at raðfesta vælferðina fram um alt í komandi valskeiði, ella at raðfesta “tey bleytu virðini”, sum tað verður rópt. Áhoyrarin niðri í Sjónleikarhúsinum og heima í stovuni fekk endaleys lyfti um gull og grønar skógir tey komandi fýra árini. Og av tí sama snúðu ósemjurnar millum umboðini seg ikki um politiskan substans, men heldur um at taka heiðurin fyri framstigini og geva øðrum skuldina fyri tað, sum framvegis liggur á láni. Ósemjurnar snúðu seg tí ikki um politikk, men um, hvør er best egnaður at fremja í verki tað, sum øll eru so samd um.
Katrin Dahl Jakobsen fyri Javnaðarflokkin og Jógvan á Lakjuni fyri Fólkaflokkin royndu at verja borg fyri ABC-samgonguna, meðan sambandsumboðið Georg L. Petersen var merkiliga fráverandi gjøgnum allan fundin.
- Tríggir fjórðingar av ársins fíggjarlóg verða nýttir til tey bleytu virðini, og tí er tað heilt einfalt skeivt, at vit bara raðfesta tunlar og hørð virði, svaraði mentamálaráðharrin aftur, tá andstøðan royndi at prika.
- Tað hevur eydnast Hans Paula Strøm at koma niðan í tingið við nøkrum kladdum, sum hann ikki hevur fingið ígjøgnum, segði Bill Justinussen úr Miðflokkinum, sum kortini ikki bara hevði høgg at bera landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum.
- Í øðrum førum hevur Miðflokkurin tikið undir við Hans Paula í málum, sum sjálvt ikki Javnaðarflokkurin hevur tikið undir við, segði Bill.
Katrin Dahl Jakobsen helt fyri, at samgongan hevur økt um játtanina til “bleyt virði” við 700 milliónum seinastu fýra árini. Men hvussu man heilt ítøkiliga kann skyna á, hvørjar kontur á fíggjarlógini eru harðar og hvørjar eru bleytar, varð ikki nærri lýst. Og sum heild tykist hendan sundurskiljingin millum bleyt og hørð virði ikki at vera heilt so einføld, sum politikarar gera hana til.
Útlendingar og skattur
Tað vóru kortini onkrar ósemjur at hóma í støðum, serliga tá kjakið kom inn á skattalættan hjá ABC-samgonguni, sum teir tríggir andstøðuflokkarnir settu upp ímóti vælferðini. Katrin Dahl Jakobsen endurtók eisini eitt av vallyftum Javnaðarfloksins um ikki at ganga við til ein skattalætta í eini komandi samgongu. Eitt lyfti, sum verður spennandi at fylgja við, um Javnaðarflokkurin aftur skal í samgongu við Fólkaflokkinum.
Spurningarnir úr salinum vóru nógvir og góðir, og ein teirra snúði seg um, í hvønn mun útlendsk arbeiðsmegi kann innflytast til at fylla eitt nú tómrúmið í undirmannaðu eldrarøktini. Á hesum øki vóru teir báðir smáu flokkarnir greiðast.
- Vit skulu yvirtaka útlendingaøkið ongantíð ov skjótt og gera okkara egnu fleksiblu útlendingalóg, so vit kunnu taka útlendingar til Føroya alt eftir, hvat arbeiðsmarknaðurin og samfelagið hevur tørv á. Í staðin sita vit í dag við eini lóg, sum Pia Kjærsgaard hevur skrivað, segði Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum. Og Bill Justinussen úr Miðflokkinum undirstrikaði sama boðskap.
Nýggj valevni
Áhoyrararnir fingu høvið til at hoyra trý spildurnýggj valevni í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið. Kári á Rógvi úr Sjálvstýrisflokkinum, Georg L. Petersen úr Sambandsflokkinum og Bergtóra Høgnadóttir Joensen úr Tjóðveldi.
Av teimum trimum líkist Kári á Rógvi alt meiri nýggjasta stjørnuskotinum í føroyskum politikki, og fríggjakvøldið var einki undantak. Við speiskum og humoristiskum viðmerkingum megnar hann at sláa ígjøgnum við einum politiskum boðskapi, tað verið seg við at samanbera avlamispensjónina og tingmannapensjónina, við at speireka avoldaðar lógir, t.d. vápnalógina frá fjørutunum og leigulógina frá tjúgunum, við at finnast at jarðarlóggávuni, sum gevur bøndrum frían ognarrætt til jørð, sum saktans kundi fíggjað nógvar skúlar og ellisheim, og við at mæla kommununum til at selja SEV, tá tað einasta, sum tær gera, er at møta upp til teir fínu døgverðarnar fyri nógvar hundrað túsund krónur.
Sambært veljarakanning hjá Fynd, sum Sosialurin kunngjørdi í vikuskiftinum, stendur Kári á Rógvi til at fáa eitt megnar val við 32 prosentum av sjálvstýrisatkvøðunum, langt framman fyri formannin, sum einans fær sjey prosent. Tað verður spennandi at síggja, um bjørtu útlit hansara fara at halda sær leygarkvøldið.
Sitat:
- Tríggir fjórðingar av ársins fíggjarlóg verða nýttir til tey bleytu virðini, og tí er tað heilt einfalt skeivt, at vit bara raðfesta tunlar og hørð virði
Jógvan á Lakjuni
- Vit skulu yvirtaka útlendingaøkið ongantíð ov skjótt og gera okkara egnu fleksiblu útlendingalóg, so vit kunnu taka útlendingar til Føroya alt eftir, hvat arbeiðsmarknaðurin og samfelagið hevur tørv á. Í staðin sita vit í dag við eini lóg, sum Pia Kjærsgaard hevur skrivað
Kári á Rógvi
- Tað hevur eydnast Hans Paula Strøm at koma niðan í tingið við nøkrum kladdum, sum hann ikki hevur fingið ígjøgnum
Bill Justinussen
- Samgongan hevur økt um játtanina til “bleyt virði” við 700 milliónum seinastu fýra árini
Katrin Dahl Jakobsen
Miðlahúsið fer komandi fríggjadag, dagin fyri valið, at skipa fyri enn einum veljarafundi í Sjónleikarhúsinum