Inga Poulsen Dam heldur ólavsøkuprædikuna

Ólavur Rasmussen hevur boðað bispi frá, at hann verður ikki á prædikustólinum á Ólavsøku. Næst í røðini er Inga Poulsen Dam, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár.

Eftir, vit í blaðnum í gjár vístu á, at ivi hevði stungið seg upp um, hvør skuldi halda ólavsøkuprædikuna í ár, hevur bispur nú kunngjørt, at tað verður Inga Poulsen Dam, prestur í Norðurstreymoyar Prestadømi, sum fer at halda ólavsøkuprædikuna í ár.
Ólavur Rasmussen, prestur í Suðuroyar Prestadømi var annars fremst í røðini at halda prædikuna, men hann hevur borið seg undan, og tískil er heitt á Ingu Poulsen Dam, sum er næst røðini. Inga Poulsen Dam hevur verið prestur síðan 1994. Frá 1994 til 97 starvaðist hon í Suðurstreymoyar eystara prestadømi. Síðan var Inga eitt stutt tíðarskeið á Sandi, og frá 1.juli 2001 hevur verið prestur í Norðurstreymoyar Prestadømi
Bispur vísir á, at vanlig mannagongd er , at um tað bíður einum presti frá, so er tað eykamaðurin, sum traðkar til.

Hvalvíksprestur komandi ár
Hans Jacob Joensen sigur, at komandi ár verður tað nýggi hvalvíkspresturin, Mogens Tilsted Christensen sum skal halda prædikuna. Verðureingin nýggjur prestur settur fram til 2005, so verður byrjað av nýggjum. Elsti prestur í løtuni er Niels Pauli Danielsen, sum verður næst hvalvíkspresti at halda ólavsøkuprædikuna, um eingin nýggjur er settur til tað tíð.