Inga Simonsen sjeyti

Í morgin 21. Apríl fyllir Inga Simonsen í Havn 70 ár. Inga er næstelsta dóttir Herborg og Gunnar Gunnarsson, sum búðu úti í Mattalág, har Inga vaks upp saman við systkjum sínum - Sólvá, Jórun, Gunnar og Odvør.
Inga tók Realprógv í 1957 og fekk skjótt lærupláss á Føroya Jarðarráð. Síðani tá hevur hon so at siga mest starvast í Miðfyrisitingini – fyrst á Landsskrivstovuni , og frá 1986 á Menningarstovuni og síðani í SamVit. Tá ið SamVit í 2009 varð lagt undir Uttanríkisráðið fylgdi Inga eisini við, og hevur hon hesi bæði seinastu árini arbeitt í Uttanríkisráðnum. – Hon fór frá tann 31. Mars í ár.
Inga er kanska mest kend frá sínum arbeiði við framsýningunum uttanlands , sum Menningarstovan skipaði fyri í 1990-unum og fyrst í 2000-árunum, har hon altíð gjørdi sítt arbeiði til lítar. - Hon hevði eisini ein leiklut í samskipanini av teimum vælkendu handverksframsýningunum Hendur og Hugflog, sum Menningarstovan saman við Føroya Heimavirkisfelag skipaði fyri.
Inga giftist í 1965 við Árna Sigurdsson Simonsen úr Fuglafirði – hann andaðist í 1999. – Inga og Árni fingu 2 synir – Marni og Heri – og ommubørnini eru 4 í tali – Fríða, Árni, Inga og Karin. Ommubørnini fylla nógv í hennara lívið, nú hon er givin á arbeiðsmarknaðinum. Inga fer ikki at sita hendur í favn, tí hon hevur so mong ymisk áhugamál.
Vit ynskja Ingu hjartaliga til lukku við teimum 70 árunum. – Vit hava longu verið í føðingardegi hennara, tí hann varð hildin seinasta leygardag á Hotel Føroyum saman við familju og vinum.